Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Út ella inn við c q w x z?

2014-02-22 04:43

Eitt sum ferð eftir ferð verður ført fram í kjakinum um stavraðið, er at um vit loyva nøkrum “fremmandum” bókstavum (c q w x z) inn í stavraðið, so er deyðin í durunum, okkum býðst ikki bøtur sum tjóð, og retoriskt verður spurt: hvar enda vit? o. s.fr.

Veruleikin er at nevndu bókstavir longu eru har. Tað er bara at sláa upp í teirri orðabókini sum alment ber heitið Føroysk orðabók, og sum millum manna ofta verður nevnd Móðurmálsorðabókin.

Har standa teir fimm stavirnir hvør á sínum fasta stað í alfabetiseringini av orðabókini. Ikki eru leitorðini nógv undir hvørjum teirra. Undir bókstavinum c eru leitorðini seks (við níggju týdningum, eitt nú c-vitamin), undir q bara eitt (sjálvt navnið á stavinum), undir w fýra (t.d. watt), undir x eru trý (við fimm týdningum, t.d. heiti á ókendari stødd), undir z er bara heitið á bókstavinum. Harumframt koma hesir stavir fyri inni í einstøkum orðum í bókini, t.d. í kilowatt, kilowatttími, marxisma, nazisma, ozon(lag) o.fl. Legg merki til at heitið á orðabókini er Føroysk orðabók, og ikki minst at tað óalmenna heitið er Móðurmálsorðabókin. Tað vil við øðrum orðum siga at ein orðabók sum prýðir seg við hesum stoltu heitum, og sum jú er standardverkið tá ið um ræður føroyskt, ikki smæðist við at brúka hesar “fremmandu” stavir. Teir eru sostatt longu í føroyskum, ikki í arvorðum, men í lánorðum (tøkuorðum), sum jú eisini eru partur av okkara málbrúki. Av tí sama koma teir ikki so ofta fyri (hava avmarkaða distributión), men teir eru har. Millum tey fremmandu orðini, vit brúka, eru eisini nøvn á fremmandum støðum, nøvn ið ikki hava vunnið sær langa skrivliga hevd í føroyskum, og sum tí sum ein meginregla eiga at skrivast sum tey skrivast á staðnum. At hetta skal beina fyri føroyskum máli, er ikki annað enn sjálvhátíðarligt og patetiskt vrevl.

Í kjakinum fært tú eina kenslu av at stavraðið er ein slag av halgigripi, okkurt sum førir sína egnu tilveru, leyst av málinum sjálvum. Men stavraðið er einki annað enn listin yvir teir stavir vit í roynd og veru brúka, og teir síggja vit í Móðurmálsorðabókini. Tað sum málið tí snýr seg um, er ikki um vit skulu loyva hesum bókstøvum inn, men um teir skulu forfjónast, rekast á dyr. Um so er, so má tann logiska fylgjan vera at taka teir úr eini bók, sum eitur Føroysk orðabók. Ella gevur tað heila onga meining. Men so løgið tað ljóðar í argumentatiónini, so vil eingin tað. Nei, vit kunnu gott brúka hesar stavirnar, verður sagt, og “tey, sum hava hug, kunnu sleppa at sita og spæla sær við teimum”, sum tað bleiv orðað í Málráðnum.

Eivind Weyhe