Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Upptøkukrøv á miðnámi skapa mismun

2020-01-09 18:39

Týsdagin 7. januar 2020 var eitt tíðindainnslag í útvarpstíðindunum á Kringvarpi Føroya, har tosað varð um framtíðina við týskum sum upptøkukrav á miðnámsskúlum í Føroyum. Í hesum innslagnum verður ein stúran førd fram, um at ein avtøka av týskum sum upptøkutreyt vil seta týskt og onnur fremmandamál verri fyri, enn tey í forvegin eru. Í hesum sambandi er ein undirskriftainnsavning byrja, sum fyrigongst yvir ein facebookbólk, sum er stovnaður til endamálið. Tíðindainnlegið og undirskriftainnsavnanin kemur sum reaktión uppá eitt hoyringsskriv, sum mentamálaráharri Jenis av Rana hevur sent áhugabólkum, sum hevur hoyringsfreist mánadagin 13. Januar.

Meðan málsligu avleiðingarnar av hesari avtøku uttan iva eru haldgóðar, er tað tó ein sera týdningarmikil partur, sum ikki hevur verið umrøddur, og tað er vansin við at varðveita bæði týskt, og alis- og evnafrøði sum upptøkutreyt, sum setir bæði næmingum og øðrum vallærugreinum fyri vanbýti. Her fyriliggur nevniliga avleiðingin av upptøkutreytunum í mun til vali av lærugreinum í fólkaskúlanum, sum er ein strukturellu spurningur, og trupullekin við teimum ymisku fortreytunum fyri at kunna taka eitt skynsamt val, sum er ein sosiologiskur spurningur.

Áðrenn avgerð verður tikin í hesum máli, vil eg heita á, at hesi atlit eisini verða inndrigin í avgerðina, og at ein einsíðug viðgerð ikki kemur at verða avgerandi í hesum máli.

 

Skapandi lærugreinar fyri mismuni

Í dag hava næmingar í fólkaskúlanum møguleika at velja týskt og alis- og evnafrøði sum vallærugrein, men kunnu samstundis eisini velja sær aðrar vallærugreinir, sum fevna um lærugreinirnar: sjóvinna, landbúnaður, tekstviðgerð/rokniark, tøknifrøði, miðlar, ljósmyndalæra, filmskunnleiki, drama, tónleikur, tilevning, heimkunnleiki, handarbeiði, smíð, motorlæra, arbeiðskunnleiki. 

Meðan týskt og alis- og evnafrøði geva atgongd til miðnám, er tað ongin av hinum lærugreinunum, sum eru við til at opna nakrar hurðar í mun til framhaldslestur. Orsaka av, at tær ymisku vallærugreinirnar varriera í tíð, har týskt og alis- og evnafrøði eru millum tær mest tíðarkrevjandi lærugreinarnar, verður trupult at velja bæði týskt, alis- og evnafrøði og so eina vallærugrein aftrat, tí tað passar ikki inn í skúlaskemaið. Hetta ger, at tá næmingarnir skulu velja eina lærugrein, er tað bert tveir rationellir valmøguleikar, sum eru møguleikafremjandi fyri næmingin. Tann fyrsti og tryggasti møguleikin er at velja bæði týskt og alis- og evnafrøði, meðan tann næsti møguleikin er at velja annað fakið, og so velja sær tí lærugreinina aftrat, sum ein annars hevur hug til at velja. Her uppstendur tískil eitt stríð millum at velja við høvdinum ella at velja við hjartanum, sum ger, at lærugreinarnar, sum ikki geva atgongd til miðnám, koma fyri vanbýti.

Strukturella avleiðingin herav er tann, at næmingar í nógv størsta mun koma at velja týskt og alis- og evnafrøði framum skapandi lærugreinarnar, tí tað er blivið “tað góða og skynsama valið”, meðan tær handaligu lærugreinarnar harvið verða minni væl sæddar. Hetta er eitt óheppið signal at senda teimum skapandi greinunum.

 

Ymiskar fortreytir fyri at velja

Vallærugreinarnar verða útvegaðar í 8. flokki og valið av lærugreinum fellir tískil í 7. flokki, tvs. tá næmingarnir eru 13 – 14 ára gamlir. Tá man er í einum so ungum aldri, er ringt at spáa um hvat fyri lívsleið ein ynskir sær, og fyri eitt so ungt menniskja, er spurningurin um hvat man ætlar sær við lívinum ein abstraktur spurningur, sum liggur langt frammi í framtíðini. Tí kann tað verða torført fyri næmingin at velja við framtíðarmøguleikum fyri eyga, og tí er tørvur á at vegleiða næmingin í hesum. Hendan vegleiðingin kemur lutvíst frá skúlavegleiðaranum, sum vegleiðir bæði næmingi og foreldrum. Foreldrini hava tó ymiskar fortreytir fyri sjálvi at ávirka valið hjá næminginum, og her er góð orsøk at halda, at virðini heimanífrá í stóran mun koma at ávirka valið, um vit hugsa um eitt hugtak so sum sosialur arvur. 

Hugtakið sosialur arvur snýr seg í stuttum um tað, at tað vit taka við okkum heimanífrá, ávirkar okkara atferð í okkara vaksna lívi. Her er talan um eina reproduktión av virðum, sum m.a. eisini hevur stóra ávirkan á útbúgving og útbúgvingarval. Eru foreldrini hjá tær handverkarar, eru stór sannlíkindi fyri, at tú eisini gerst handverkari, eru foreldrini akademikarar, eru stór sannlíkindi fyri, at tú eisini gerst akademikari, osv.

Tá tað so kemur til at velja eina vallærugrein, vil ávirkanin heimanífrá tískil spæla ein týðandi leiklut fyri hvørja vallærugrein næmingurin velur. Her kann hugsast, at um tú hevur eitt handverkaraligt bakland, vilt tú í størri mun velja tær handaligu lærugreinarnar, meðan tú við einum akademiskum baklandi í størri mun vilt velja bæði týskt og alis- og evnafrøði framum tað handaliga. Tískil vil eitt upptøkukrav við týskum og alis- og evnafrøði á miðnámi merkja, at børn, sum koma úr einum handverkaligum heimi, í størri mun koma at verða fyri mismuni, í mun til børn, sum koma úr einum akademiskum heimi. 

At koma hesum til lívs, vil í dag merkja, at vegleiðarin á skúlanum fær eina størri ábyrgd, men setir samstundis eisini vegleiðaran í eina keðiliga støðu, tí um vegleiðarin skal verða møguleikafremjandi fyri næmingin, má hann vegleiða hann í at tilvelja hesi tvey fak framum tey handaligu, og harvið systematiskt eisini frávelja tær handaligu og skapandi lærugreinarnar. Sum sagt, óheppið.

 

Avleiðingar

Um næmingarnir frávelja bæði týskt og alis- og evnafrøði, mugu tey fara afturumaftur í fólkaskúlan at taka fakini, um tey ætla sær á miðnámsskúla. At verða noyddur at fara afturumaftur merkir, at hesir næmingarnir koma at verða longri í skúlaskipanini enn neyðugt, sum kostar almennar pengar til at hava hesar næmingar í skúlanum. Somuleiðis kostar tað eisini næminginum pengar, tí teir koma seinni út á arbeiðsmarknaðin. Aftrat kann hendan forðingin verða atvoldin til, at summir næmingar als ikki velja at fara á miðnám, sum eisini eru stór sannlíkindi fyri summi, um vit venda aftur til tann sosiala arvin.

Um vit varðveita týskt og alis- og evnafrøði sum upptøkutreyt, kann tað viðføra, at eisini tann skúlatroytti næmingurin, sum annars hevur gott av onkrum av hinum vallærugreinunum, kemur at frávelja handaligu lærugreinarnar. Hetta kann tískil skapa ein enn verri trivna fyri júst hesar næmingar, sum í síðsta enda eisini ávirkar teirra endaliga úrslit og læringsúrtøku í fólkaskúlanum sum heild, sum aftur ávirkar møguleikarnar í framtíðini. Hetta er tí ein negativur spiralur. 

Um vit hyggja eftir einum hugtaki, so sum Lívslang læring, sum snýr seg um at geva næmingum og lesandi møguleika at byggja víðari uppá eitt gjøgnumført læringsstig, merkir ein upptøkutreyt við týskum og alis- og evnafrøði, at fólkaskúlanæmingar ikki kunnu brúka sín fólkaskúla til at koma inn á miðnámsskúla. Hetta stríðir tískil ímóti hesum logikkinum, og er eftir mínum tykki problematiskt. Man kann tó venda tí og siga, at fólkaskúlin hóast alt gevur atgongd til at fara í læru, og harvið ikki stríðir ímótir lívslangari læring, men við at man hevur hesar strukturellu avbjóðingarnar, avmarka vit ungum í einum alt ov ungum aldri til frítt at velja sína lívsleið. Tí mugu vit niðurbróta hesar avbjóðingar, og hetta kann gerast á tveir hættir.

Fyrsti møguleiki er at avtaka bæði týskt og alis- og evnafrøði sum upptøkutreyt, meðan seinni møguleiki er at gera báðar lærugreinar kravdar. Hvør rætti leisturin er her, skal eg ikki siga, men her átti at verið hugt at báðum møguleikum, sum í báðum førum viðføra hvør sínar avbjóðingar. Ein avtøka av upptøkutreytum merkir, at næmingarnir sum koma á miðnám eru verri stillaðir á júst hesum økjum, meðan tímatalið í fólkaskúlanum verður ein avbjóðing, um lærugreinarnar verða kravdar í fólkaskúlanum, sum handaligu lærugreinarnar søguliga hava sviðið fyri. Vit kunnu tó eisini finna millumloysnir, har alis- og evnafrøði verður samantvinna við roknitímunum, sum í ein ávísan mun er møguligt at gera, meðan fremmandamálslæra kann skipast í málsligu lærugreinunum annars. Eisini kann sjálvsagda loysnin fyriliggja, at vit taka tímar frá nøkrum av teimum kravdu lærugreinunum, har eitt nú kristnikunnleiki hevur eitt yvirtal av tímum, hóast hetta kanska ikki hóar mentamálaráðharranum so væl. Hetta krevur tó eina størri viðgerð.

 

Hervið vil eg heita á, at tey, sum antin hava ella ætla sær at skriva undir at varðveita týskt sum upptøkukrav, um at hava hesar spurningar í mentu, áðrenn tey geva sína undirskrift.

 

Terji Beder, Cand Soc. í Útbúgvingarvísindi.