Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Bústaður: Heygsvegur 22
490 Strendur

Limur í Norðurlandaráðnum

Limur í uttanlandsnevndini

Tlf. 749048

Teldupostur: helgia@logting.fo

Heimasíða: www.helgi.org

Uppskotið um stjórnarskipan er merkt av uttanumtosi

Arbeiðið við at gera eina føroyska grundlóg (stjórnarskipanarlóg) er enn einaferð grivið fram úr gloymskuni. Løgtingið hevur valt meira enn ein triðing av øllum tinglimunum í eina ovurstóra nevnd, sum skal arbeiða víðari við uppskotinum.

Men hví skulu vit hava eina føroyska grundlóg? Jú sagt verður, at tað er so sera umráðandi, at vit føroyingar sjálvir sleppa at orða okkara egnu grundleggjandi rættindi – harímillum talufrælsi. Har kann eg gott vera samdur, hóast vit longu hava eina grundlóg sum tryggjar okkum øll hesi rættindini.

Men tað løgna er, at hetta sama uppskotið, sum við føroyskum orðum skal tryggja talufrælsið, er fult av uttanumtosi, tí ávís orð mugu ikki nevnast í lógini. Somu føroyingarnir, sum um stutta tíð skulu rekast á fólkaatkvøðu at siga sína hugsan um grundlógina, mugu ikki fáa nágreiniliga at vita, hvat orðini merkja, sum atkvøðast skal um.

Eitt dømi er danska grundlógin. Hóast vit øll vita, at hon er í gildi í Føroyum, so má hon ikki verða nevnd við einum orði í stjórnarskipanarlógini. Í staðin verða aðrar sniðfundigar orðingar brúktar, fyri at veljararnir sjálvir skulu kunna rokna út, at tað sum meint verður við er danska grundlógin.

Kunnu loysa – men frá hvørjum?

Tað er løgið at hugsa sær, at ein góður triðingur av løgtinginum situr og snikkar saman nakrar setningar, sum ikki nevna donsku grundlógina við einum orði, men samtíðis skal lógin áseta, hvussu vit kunnu gerast leys av hesi somu donsku grundlógini. Tað skal bera til at loysa, uttan at siga beinleiðis, hvørjum loyst verður frá. Og føroysku veljararnir skulu á fólkaatkvøðu bástempla hesar setningarnar, uttan at fáa beinleiðis at vita, hvat tað er, sum tey blástempla – og hetta skal eitast fyri at tryggja føroyingum talufrælsi.

Umráðandi er at fáa sligið fast í uppskotinum, at stjórnarskipanarlógin í sær sjálvum setir ikki donsku grundlógina úr gildi. Á tann hátt skulu sambands- og javnaðarfólk lokkast at taka undir við uppskotinum. Men samtíðis má tað ikki standa í uppskotinum, at tað er danska grundlógin, sum ikki verður sett úr gildi, tí harvið verður sagt, at hon er í gildi, og so fara tjóðveldisfólk ikki á val.

Tí kom einaferð at standa í uppskotinum: ”Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk.” Men sjálvt hetta kundi Tjóðveldi ikki liva við, tí føroyingar máttu ikki verða bidnir um at virða hesa lógina, (sum tó ikki varð nevnd).

Nú stendur í uppskotinum: ”Stjórnarskipanin setur ikki úr gildi verandi stjórnarrættarligu sáttmálar og altjóðaavtalur.” Og nú gongur betur, tí nú sleppur Tjóðveldi frá at virða (hina lógina, sum ikki má nevnast), og kann kortini seta hana úr gildi – og eg rokni við, at um hon einaferð verður sett úr gildi, so verður hon tá nevnd við sínum fulla navni.

Føroyingar skulu eftir ætlan á fólkaatkvøðu at taka støðu til egna grundlóg, men føroyingar mugu ikki fáa at vita ítøkiliga, hvat atkvøðast skal um - og soleiðis skulu vit tryggja tað føroyska talufrælsið. - Ja tað er løgið.


Helgi Abrahamsen