Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Uppskot.

Pengarnir eru játtaðir og verkætlanin samtykt til Tórsvøll.

Men nú tá okkara borgarstjóri og javnaðarmaðurin Heðin Mortensen saknaði uppskot til hvat man “annars skuldi brúka peningin til”, vil eg fegin koma við einum uppskoti.

Kanska hetta kann vera við til at víðka um hugflogið ogbetur síggja heildina.

Uppskot:

6 mió. til Tórsvøll

6 mió. til ítrótt ið annars hevur stóran tørv

6 mió. til tónleika og listarumhvørvið

6 mió. til arbeiðsskapandi tiltøk

3 mió. til betra umstøðurnar hjá teimum tilkomnu

2 mió. til “Í menniskjum góður tokki”

2 mió. til ungdómsarbeiði og Margarinfabrikkina

1 mió. til Musikkskúlan og Musikkskúlamiðnám

1 mió. til heimleys

1 mió. til børn við serligum tørvi

1 mió. til arbeiði at leggja tilrættis hvussu vit skipa framtíðar Tórshavn

Íalt 35 mió.