Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Uppboðssølan hevur spælt logandi fallit

Fiskivinnupolitikkur - 

Eingin nýggjur aktørur er komin inn í fiskivinnuna gjøgnum uppboðssøluna

Tað er spennandi at síggja, hvat ið landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fingið burtur úr uppboðssøluni. Hon skuldi fáa nýggjar aktørar inn til tilfeingið, troyta og menna fiskivinnuna.

Hann segði, at pengar til landskassan vóru ikki málið.

Nú síggja vit, at eingin nýggjur aktørur er komin. Hetta er spell, og vit mugu ásanna, at uppboðssølan hevur als ikki virkað, soleiðis sum samgongan ætlaði.

Ræðist sítt egna barn

Vit mugu eisini ásanna, at samgongan ikki torur at standa við førda politikkin.

Tá ið skip flaggaðu út, og fóru seinasta túrin út av vágni, og familjur mistu inntøkur, tá komu samgonguleiðarar út kropp á kroppi og søgdu, at hetta hevði als einki við fiskivinnunýskipanina at gera.

Er hetta rætt?

Hetta var júst ætlanin við skipanini hjá samgonguni. Nýggir aktørar skuldu framat, uppá bekostning av verandi. Nú er at standa við tykkara egnu skipan. Tað hevði sømt seg.

Eisini er vert at taka við, at tað var júst núverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum í fullveldissamgonguni ráddi fyri borgum. Tá ið loyvt bleiv at uppkeypa og samanleggja loyvir, júst fyri at hava ein effektivan og nýmótans flota, hetta fyri at standa seg í altjóða kappingini. Nú vinnan hevur tillagað seg, eftir táverandi politiska viljanum, skal gerast upp við hetta, og býta hesi rættindini út av nýggjum.

Tann rætta samansetingin

Við eini rættari samanseting av menningarmøguleikum og einum roknaðum yvirskotsgjaldið, kundu vit sum samfelag fingið munandi størri samfelagsvirði burturúr, tryggja framhaldandi búskaparvøkstur og fingið meir pengar í allar kassar

Nú síggja vit í nýggjastu frágreiðingini frá búskaparráðnum, har tað verður staðfest, at búskaparvøksturin bert er ein lítlan triðing í mun til miðalvøksturin síðani 2012. Tað at búskaparvøksturin nú er drivin av innlendis eftirspurningi og ikki av sunnum útflutningi eins og undanfarin ár, viðførir at tað er uppá lánta tíð, at vit keypa okkara egna vøkstur. Tí er umráðandi at gera skipanir, ið skapa møguleikar hjá vinnu og fólki, at økja um okkara inntøkur uttanífrá, og tryggja framhaldandi vøkstur til okkara vælferðartænastur

Politiskt flugubein

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum var, at bert nýggj rættindi skuldu seljast á uppboði. Tá hevði vinnan vitað, hvat hon hevði at fyrihalda seg til. Nú veit vinnan onki, og torir ikki at endurnýggja fiskiflotan. Heldur ger hon íløgur í aðrar vinnur, keyp av bygningum og annað.

Hetta prógvar ráaloysið hjá samgonguni. Skipanin bleiv trýst ígjøgnum, tí eitt politiskt flugubein skuldi setast í avrikslistan. Beint eftir, at fiskivinnuskipanin bleiv samtykt, komu 22 broytingar, og nú skulu aftur broytingar gerast í uppboðssøluni, veiðigjaldinum o.ø. sambært Høgna Hoydal.

Samgonguleiðararnir ynskja eina uppboðssølu, fyri at nýggir aktørar skulu koma framat, og tá mugu 100% vera á uppboði, ella bert fyri nýggjar aktørar, um samgongan vil náa sínum endamálið, men tey ræðast sítt egna barn og vilja ikki standa við sína skipan, so vinnan bløðir og stór samfelagsvirðir standa uppá spæl.

Menningarkvotur skapa møguleikar

Menningarkvoturnar vóru fortreytir hjá nýggjum aktørum at bjóða seg fram á uppboðssøluni.

Mín vón er, at menningarkvotur skapa møguleikar fyri víðari menning hjá hesum feløgum, eisini hjá teimum sum hava fingið kvotur á hvørjum árið síðan 2012 - við undantakið í 2016 - tá ið landsstýrismaðurin ikki vildi útlutað kvotur.

Hann er nú komin á betri tankar og útlutar politiskar kvotur, eins og altíð hevur verið gjørt. Tó var hann í andstøðu harðasti mótstøðumaður móti útlutan.

Hetta vil Sambandsflokkurin

Vit vilja hava eina skipan við einum effektivum flota, sum altíð er kappingarførur. Fiskatilfeingið skal geva best møguliga rávøru. Eina uppboðssølu av fiskaðum fiski, so øllum verður tryggjað atgongd til júst tann fiskin, tey vilja framleiða. Og vit vilja hava nógv betri marknaðaratgongd, serliga til ES-marknaðin, har føroyingar fara at tjena pengarnar og møguleikar eru at tvífalda útflutningsvirði.

So fáa vit møguleika til øll, at menna og virðisøkja nisjuvørur. Munandi størri virði koma burtur úr tilfeinginum. Og tá verður framhaldandi búskaparvøkstur.

Hetta hevði givið nakað til alt samfelagið, so vit sleppa undan bíðilistum til viðgerðir í heilsuverkinum.

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum

RN