Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Upp á tíðina at vit hugsa føroyskt.

2020-08-30 11:07


Nøkur, sum hava vent sær til mín, siga seg ikki dáma skipanina hjá Betri Trygging við limafelag og umboðsráði. Hesi ynskja, at vit skulu skipa Betri trygging til partafelag, at vit skulu avtaka umboðsráðið og kopiera skipanina hjá Bank Nordik og møguliga børsskráseta Betri Trygging.

Hetta ynskið kemst ivaleyst av íkomna tendensinum seinastu árini, har alt, sum kastar pengar av sær, skal privatiserast, børsskrásetast og seljast til peningasterkar fyritøkur og helst av landinum.  

Uttan at fara inn á, um tað er rætt ella skeivt í øðrum førum, so er tað ikki rætt fyri Betri Trygging.

Vit eiga hinvegin at varðveita tryggingina á føroyskum hondum! Hon skal hvørki seljast til peningasterkar fyritøkur ella av landinum.  Vit eiga tí at varðveita Betri trygging sum eina samhaldsfasta limaskipan, har tað eru limirnir, sum eiga felagið, og fáa gagn av henni, táið á stendur.

Lat okkum hugsa føroyskt. Lat okkum hugsa samhaldsfast. 


Annita á Fríðriksmørk

valevni til umboðsráðið hjá Betri trygging.