Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ungdómurin er hopleysur

2013-08-23 21:59

Ungdómurin er hopleysur, segði Sokrates á sinni. Hann hevði helst rætt. Soleiðis var tá, soleiðis er enn og soleiðis fer helst altíð at vera. Væl at merkja sæð í eygunum á okkum meira tilkomnu. Tí tann dagin, ungdómurin ikki longur er hopleysur, og helst eisini rebelskur, steðgar alt upp. Tað eru nemliga hesi somu hopleysu ungu, sum eiga at tryggja okkum, at samfelagið flytur seg. Við at seta alt uppá ein spíssj trýsta tey broyting ígjøgnum og hála okkum øll við.

Soleiðis var tað eisini í mínari ungdómstíð fyri kvartari øld síðani. Ung markeraðu seg alment og opið við sínum sjónarmiðum og larmaðu mangan hart. Summi gingu friðargongu niðan í Mjørkadal, onnur gingu øvugtan veg pro NATO. Mótmælisgongur og tiltøk av øllum handaslag fyriskipað av ungdómi var gerandiskostur tá í tíðini. Øll somul tí tey høvdu nakað uppá hjarta, og sum røtt og rebelsk ung úttryktu seg alment. Vit gingu enntá sum smádreingir mótmælisgongu oman í býráðið tí tey knappliga settu nakrar blomsturkassar mitt á okkara sparkivøll. Vit vunnu, yvirvaksnu urtapottarnir blivu burturbeindir, og vit sloppu aftur at sparka.

Ídag siti eg viðhvørt og gruni yvir hvar tey ungu eru í samfelagskjakinum. Gamaní, ein riðil av teimum eru ikki her tí tey lesa uttanlands, so tey flyta einki uttan seg sjálvan av landinum. Tí hava vit einamest bara miðnámsnæmingar og onnur í tí aldrinum at lena okkum uppat á hasum frontinum. Tey eru hóast alt her. Og tey áttu eftir míni meining at verið tann bólkurin, sum róptu harðast, nú tey dag og dagliga í skúlalívinum liva mitt í eini gjølligari samfelagsviðgerð. Tað eru tey, sum áttu at verið berandi elementið undir eini møguligari ónøgd um ávís samfelagsviðurskifti. Tað kundi seg verið seg skattapolitikkur, blokkurin, nýggja tunnilsmálið ella bara reint ideologiskt samband/loysing og høgra/vinstra. Tað eru tey ungu, sum hava tær sterkastu kenslurnar og tað vil altíð liggja á teimum at broyta samfelagið og okkum øll. Soleiðis er tað allastaðni. Tað verða so ikki børnini og tey hálvgomlu, sum gera nakrar skreytir á tí økinum.

Men sum tíðindaflutningurin hevur verið í seinastuni, sær tað meira út sum um nakað nógvir miðnámsnæmingar hava onnur áhugamál enn samfelagsviðurskifti. Nú ivist eg ikki í, at søgurnar í miðlunum verða blástar nakað upp, so har eru uttan iva mong, sum hava annað uppá hjarta enn at bróta hurðar, gera seg inn á ferðsluna og sproyta ketsjupp eftir fyrstaársnæmingum ella hyggja eftir paradise hotel. Gerið vart við tykkum. Tað er ikki skomm at hava eina meining og berjast fyri henni. Tað er ikki skomm at vísa samfelagssinni og krevja broyting. Tað er í lagi at harta balladumakarar. Tit ungu eru framtíðin. Sovna tit eisini, sovnar alt samfelagið.

Petur í Gong