Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ungdómsráð til ungdómin í Tórshavnar kommunu

Ungdóminum í Tórshavnar kommunu tørvar eina rødd


Ikki fyrr enn vit ungu gerast gomul kunnu vit taka avgerðir fyri ungdómin, og viðgera trupulleikar hjá ungdóminum.


Í Tórshavnar kommunu hevur ungdómurin onga felagsrødd. Úrslitið er, at avgerðir vera tiknar yvir høvdunum á teimum ungu uttan at tey fáa høvi at viðgera tær og siga sína hugsan um tær. Samstundis sum ungdómurin ongar møguleikar hevur at ávirka egin viðurskifti, minkar talið á ungum í kommununi.


Ungdómurin er ein týdningarmikil partur av dagsins samfelag. Eginleikarnir og vitanin hjá ungdóminum eru hornasteinarnir, sum framtíðarinnar vitanarsamfelag verður grundað á. Tí mugu vit innrætta samfelagið, so at tað er klárt til tær avbjóðingar sum standast av einum vitanarsamfelag. Fyrsta stigið er at seta eitt ungdómsráð á stovn.


Tað er av alstórum týdningi at eitt ungdómsráð verður sett á stovn í Tórshavnar kommunu. ungdómurin skal hoyrast. Ungdómurin skal hava ein møguleika at ávirka viðurskifti, sum viðkoma teimum. Ungdómurin skal hava eina rødd. Ungdómurin skal hava eitt ungdómsráð.