Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ungdòmshùsiđ verđur keypt

2018-11-27 18:54

 Vágs kommuna hevur samtykt fìggjarætlanina fyri 2019, har nògvar spennandi rađfestingar og átøk verða framd.


M.a hevur Vágs kommuna hevur samtykt at betra um umstøđurnar hjá ungdòminum ì Vági. Ungdòmurin hevur hildiđ til ì ymiskum leigađum hølum ì fleiri ár.

Ungdòmsnevndin hjá Vágs býrađ, sum varđar av Ungdòmshùsinum, hevur arbeitt viđ at keypa egiđ hùs til ungdòmin ì skjòtt 2 ár, og nù er komiđ á mál.

Vágs býrađ hevur nù samtykt at keypa gamla Sparikassa bygningin til endamáliđ.

Ungdòmsnevndin fer beinavegin ì komandi áriđ at betra um hùsiđ. Har m.a nýggj brandtrappa skal gerast og ađrar ábøtur.

So lìđandi verđur betra um umstødurnar, alt eftir tørvinum hjá teimum ungu. Grundøki er rìmiliga stòrt, og til ber eisini at ùtbyggja um neyđugt.

At ungdòmurin ì Vági nù endaliga fær egiđ ungdòmshùs er sera tiltrongt og til stòra gleđi fyri ungdòmin og frìtiđarskùlabørnini, sum eisini dagligani halda til har.

Ì Ungdòmshùsinum er dagliga sera nògv virksemi av ymiskum slag.

Til dagligt møta millum 30 til 40 ungdòmar upp, og somuleiđis halda 70 frìtìđarskùlabørn til har.

Ungdòmshùsiđ hevur opiđ 2 fastar dagar um vikuna og annahvørt frìggjakvøld og eitt leygarkvøld um mánađin.

Ungdòmsráđið, sum er eitt ráđ undir ungdòmsnevndini hevur eisini ynskt at fáa egiđ hølir til ymiskt skapandi virksemi. Hesun møguleiki verđur nù eisini tilstađar, teir dagar ungdòmshùsiđ ikki er opiđ.

Vágs kommuna hevur eisini rađfest at betra um nùverandi spælipláss ì bygdini. Serligani spæliplássiđ ì miđbýđnum treingir til ábøtur, og spæliplássiđ hjá barnagarđinum Eikilund skal eisini gerast liđugt.

Hettar er sera gòđ tìđindi fyri børn og ung ì Vági, har trivnađurin hjá okkara børnum og ungu kemur ì hàsæti.

Ungdòmsnevndin hjá Vágs kommunu

Levi Mørk, formađur