Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ummæli av ummæli

Ummæli av ummælinum hjá Jógvani Purkhús um bókina “HERKIN HERÐINDI” um LÆKNASTRÌÐIÐ Ì KLAKSVÍK 1952-1956 eftir Arnsteini Niclasen

Av tí, at eg havi lisið hvørt ótrúligt petti umaftur og umaftur, hóast eg enn ikki eri komin til endabrestin, so fekk eg tó ein ómetaligan hug at ummæla henda, ein hin margháttligasta, partin av Føroya søgu í nýggjari tíð; men eg visti ikki míni livandi ráð, hvussu eg skuldi gera tað, men tó eitt visti eg tíbetur við vissu, at mín góði vinur og arbeiðsfelagi gjøgnum mongu árini hjá Landsverkfrøðinginum dugir væl at siga frá søgum og sagnum, og altíð so nær veruleikanum, sum gjørligt, tí pella ger hann ikki.

Her havi eg eisini hug at nevna Niclas Andreasen, sála, hjá Lv., sum átti at verið settur í starv burturav sum søgufrøðingur og kanska til dømis at verið sendur suður til Pávan at vita, hvat har var at finna um katólsku tíðina í Føroyum. Táið vit ivaðust um okkurt, so spurdu vit Niclas, og kundi hann ikki svara beinanvegin, hevði hann svarið morgunin eftir.

Sum ungur lesandi á kunningarferð í Graz í Eysturríki, gjørdist eg ikki sørt kløkkur í 1955, táið eg í dagbløðunum har niðri las um frontin í Norður-Atlantshavinum, har ið røðir av næstan søkkladnum tunnum við spreingievni vóru spentar tvørtur um siglingarleiðina inn til Klaksvíkar havn, og at maður sat við riflu at verja har, ið verjast skuldi, so at í heimshøpi gjørdust hesar smáu oyggjarnar væl – ella kanska illa - kendar á henda hátt.

Tað vil so vera, at tess longri ein kemur burtur frá veruligu hendingunum, tess ógvisligari verða tær umrøddar.

Men fyri at koma aftur til Jógvan Purkhús, so fari eg við hesum at takka honum fyri, at hann so stutt og greitt í Sosialinum, nr. 100 frá 30. august 2017, fekk sagt tað, sum mong við okkum, ið minni vita, við miklum orðavavstri kundu haft hug til at fest á blað.

Góði Arnstein – mær rennur mangan í hug bók tína um “Fólkini úti á Bø” – ið eisini eitt søguligt petti, sum bara hevði farið í gloymskuna, um tú ikki hevði fest tað í bók, og vilja Kirstin og eg við øllum okkara ynskja tær so hjartaliga til lukku við hesi seinastu bókini, sum í sjálvari tilgongdini eisini gevur ávaring til bæði ein og annan um at duga sær hógv! Vónandi kemur onkur bókin afturat.

Men henda bókin “HERKIN HERÐINDI” átti uttan iva at verið umsett til danskt og givin út sum skjótast, og var eg ikki komin so væl til árs, so skuldi eg fegin átikið mær at týða hana.

Bestu heilsanir og alt tað besta framyvir.

Heini Olsen