Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Umhvørvis kumpassin má rættast…

2019-08-26 10:32

Nógvar eru meiningarnar um hvussu vit á skilabesta hátt eru á rættari kós, tá ið talan er um umhvørvið. Eitt er at siga nakað og annað at gera nakað við tað ein sigur.

Til heystar, í 2019, er nýtt løgting valt og nýtt lið av landsstýrisfólkum sett. Onkur gongur aftur í hesum fólkaræðisligum setum, meðan onnur eru nýggj. Óansæð hvør kemur at manna hesar politisku sessir, er mikið umráðandi at hesi megna at gera nakað ítøkiligt við umhvørvisspurningar um okkara leiðir.

Føroyar eru á veg. Vit fáa ein vaksandi part av okkara el-nýtslu framleidda úr vindorku. Nógv húsarhald hava lagt oljufýring frá sær og gjørt íløgur í umhvørvis vinarligar orku loysnir.


Tó er nógv eftir at geva gætur, og gera nakað við:
• Vit hava ein skipaflota, har útlátið lutfalsliga, ger hendan til ein tann mest dálkandi í heiminum.
• Vit hava eina alivinnu, sum dálkar fleiri av okkara víkum og firðum.
• Vit hava eitt høgt forbrúk, og harvið nógv burturkast.
• Økta ferðavinnu, sum dálkar og slítur okkara oyggjar.
• Næstan uttan undantak er í minsta lagið ein bilur í hvørjum húski, sum antin koyrir við bensin, ella diesel. (el - bilur er eitt undantak).

Hetta er ein rættuliga yvirskipað lýsing av okkara dálkingar mynstri, sum líknar rættuliga nógv londum rundan um okkum í heiminum. Lættast var bara at ypt øksl og hildið at okkara dálking er ein dropi í havinum og ger hvørki til, ella frá. Men so er ikki – eingin kann gera alt, men øll kunnu gera nakað, sum tilsamans munar.

Eins og leiðarin á einum arbeiðsplássi skipar fyri, at arbeiðsligt er hjá starvsfólki sínum, kunnu valdir politikarar, umvegis breiðar fólkaræðisligar semjur, og í samstarv við umhvørvisligu serfrøðina, gera taðmøguligt hjá føroyinginum (fyritøkum: almennum og privatum, bólkum, fylkingum og einstaklinginum) at ansa upp á okkara umhvørvi, fyribyrgjandi, og at rudda upp eftir okkum.

Lat okkum standa saman um, at seta Føroyar á heimskortið, sum ein av teimum tjóðum, ið fyrimyndarliga og miðvíst arbeiðir við at uppfylla heimsmálini hjá ST. Lat okkum byrja við heimsmálunum 7 (Burðardygga orku), 12 (Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla) og 14 (verja umhvørvi í havinum og vøtnum)

Súsanna Olsen, Framsókn.