Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Umboðsráðsvalið til TF: Ger tína ávikan galdandi (1)

2014-02-14 17:18

Er tú ein meðaltryggingartakari í TF, er tín partaur av eginognini áleið kr. 100.000. Nýt tí tín rætt at velja umboð í Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum tú heldur umboða tíni sjónarmið

Júst útskrivaða umboðsráðsvalið til Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum er eigarin av allari ognini í TF-samtakinum, er sermerkt á tann hátt, at hetta er fyrstu ferð, at allir tryggingartakarar fáa atkvøðuseðil at velja umboð fyri seg uttan at skulla biðja um hann.

Framstig í opinleika og gjøgnumskygni

Hetta í sjálvum sær er eitt stórt framstig í royndini at gera henda peningamastodontin í føroyskum høpi meiri opnan og gjøgnumskygdan og fáa valt eitt umboðsráð, sum í samanseting er umboðandi fyri eigaraskaran og soleiðis umgangast at fáa ov nógvar lokalar og sekteriskar fraktiónir v.m. Men fortreytin er, at tú nýtir tín valrætt.

Sjálvur eri eg í umboðsráðnum, men standi ikki fyri vali hesuferð. Tó loyvi eg mær at blanda meg upp í valið, tí eg haldi, at tað er týdningarmikið, at umstøðurnar í umboðsráðnum eisini verða lýstar út frá einum kritiskum sjónarhorni, so tryggingartakarin í vali av nýggjum umboðum eisini hevur møguleika at taka støðu grundað á slík sjónarmið.

Umboðsráðið hevur avmarkað vald

Men umboðsráðið (UR) hevur avmarkaða vald. Reint formelt er tað einasta, UR skal gera, er at møta upp á aðalfundinum – har allir tryggingartakarar eisini hava rætt at møta og úttala seg – at góðkenna roknskapin, velja nevndarlimir og grannskoðarar og viðgera møgulig uppskot.

Harumframt skal umboðsráðið hava ein fund í seinnu árshálvu og kunnast um hálvársúrslitið. Og so eisini um kallað verður inn til eykaaðalfundar.

At tað tó verða hildnir einir 6-8 fundir árliga er ein onnur søga, men formelt hevur UR onki at siga á hesum fundum, sum í mesta mun eru kunnandi fundir. Og at fyrigikla sær, at UR-limir kunnu fara inn í saksviðgerðir er burturvið.

Forðingar á aðalfundi

Tá ið tað nú formelt bert er aðalfundurin, har UR hevur nakað at siga, er tað av stórsta týdningi, at UR veruliga hevur formellan rætt á hesum fundi, men tíverri er hetta ikki bara so eftir mínari meting.

Skal tí vísa á 3 forðingar, sum avmarka tryggingartakarans og umboðsráðslimanna rætt á aðalfundinum:

1. Tryggingartakari, sum ætlar sær at møta á aðalfundi, skal boða skrivliga frá hesum 5 dagar áðrenn fundin

2. Tað er ikki aðalfundurin sum velur fundarstjóran, men harafturímóti nevndin

3. UR avgerð ikki hvussu avlop ella tap sambært roknskapinum verður nýtt, men hetta skal sambært viðtøkunum automatiskt flytast til næsta ár.

Havi tí lagt uppskot framm til komandi aðalfund um at broyta hesi viðurskifti. Meiri um hetta seinni.

Johan Petersen, umboðsráðslimur,
sum ikki stendur fyri vali hesuferð
(framhald)