Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Umberingar og uttanumtos!

Týsdagin 12. Desembur, fór eg í verkfall, men longu áðrenn verkfallið var byrjað, lýsti KAF, við borgarstjóranum í Havn á odda, verkbann fyri øllum limum í Føroya Pedagogfelag, ið starvast innan dagstovnaøkið. Ein grundgeving var, at tað var fyri at skunda undir tilgongdina, so verkfallið skuldi verða yvirstaðið sum skjótast. Frálíkt, hugsaði eg.

Tá borgarstjórin í Havn, sum alment hevur boðað frá, at lønin hjá námsfrøðingum er láturliga lág í mun til útbúgving, vil hava verkfallið at vera yvirstaðið sum skjótast, so kann tað ikki fara at vara leingi. Meirilutin í Tórshavnar býráð er jú mannaður av tveimum námsfrøðingum, og einum meiriluta av kvinnum. So sjálvandi fara tey at stuðla borgarstjóranum, í at arbeiða fyri, at námsfrøðingar fáa betri lønarviðurskifti. Lønarviðurskiftini innan tað námsfrøðiliga økið eru jú rakt av sama søguliga skeivleika, ið traditionellu kvinnufakini eru. Lønin er jú láturliga lág. Hetta verkfallið verður skjótt liðugt.

Hin parturin var jú okkara fíggjarmálaráðharri. Okkara fíggjarmálaráðaharri sum fleiri ferðir alment hevur sagt, hvussu týdningarmikið okkara starv sum námsfrøðingar er, og sum, tá sáttmálin við sjúkrarøktarfrøðingarnar varð undirskrivaður, segði at námsfrøðingar eisini skuldu lyftast. Jú, jú. Vit fara ikki at verða í verkfall so leingi.

Javnaðarflokkurin, við løgmanni, og Tjóðveldið sita jú í samgongu, saman við Framsókn. Tey hava eisini meira ella minni øll lagt dent á týdningin á námsfrøðiliga økinum, so hvussu so er áðrenn valið. Hesaferð skulu vit nokk klára, at fáa ein sáttmála, ið lyftir okkum upp á sama lønarlag, sum aðrar útbúgvingar á bachelor støðið.

Men hvat hendir so........

Pedagogfelagið skal í gerðarættin, tí Almannaverkið vil hava fleiri undantøk. Verkfallið skal ikki raka ov hart. Pedagogfelagið gevur undantøk, men skal aftur fyri gerðarættin. Pedagogfelagið vinnur í gerðarættinum, men gevur allatíð tey undantøk, ið eru neyðug. Síðani verður av øllum alvi roynt at fáa meiriluta á løgtingi, fyri at lóggeva fyri teimum undantøkum almannaverkið vil hava ígjøgnum. Hetta eydnaðist ikki, takkað verið einsamalla námsfrøðinginum á tingið.

Næstan allar kommununar fylgja siðvenjuni um, at gjalda løn til starvsfólkini, meðan tey eru í verkfall/bann, fyri at avrokna við pedagogfelagið, tá verkfallið/verkbannið er av. So verður rok. Fyrst kemur ein borgarstjóri, og síðani fleiri løgfrøðingar fram í fjølmiðlunum, fyri at gera vart við, at tað er ólógligt, og eigur at fáa avleiðingar. Enntá setur ein løgtingsmaður ein grein 52 fyrispurning um málið.

Almannaverkið og fíggjarmálaráðið koma áhaldandi í fjølmiðlarnar við ábreiðslum til pedagogfelagið, um at verkfallið rakar ov hart, og at fleiri undantøk mugu gevast. Undanførslur og uttanumtos.

Eisini hevur verið nevnt, at tað er ov dýrt. Kostar ov nógv, at geva námsfrøðingum somu løn, ið onnur við útbúgving á sama støði fáa. Samstundis sum kommunurnar kappast um, at gera tað so bíligt sum gjørligt hjá foreldrum at koyra síni børn á stovn, við at kommunurnar átaka sær størri part av kostnaðinum. Og meðan vit eru í einum hákonjunkuri, og ongantíð hava havt so stórt yvirskot á fíggjarlógini.............

Eg kundi gott hugsa mær at hoyrt hvørja meining okkara fólkavaldu hava at siga um okkara yrki og lønarlag. Um vit vóru makrelar ella norðhavssild, høvdu tey flestu sagt sína meining hart í bæði útvarpi, sjónvarpi, portalum, bløðum og facebook. Men nú, tøgn......?

Tað námsfrøðiliga økið fevnir vítt. Vit eru um børnini, og eru við til at menna og menta tey, frá byrjan í vøggustovuni, gjøgnum barnagarðin, frítíðarskúlan og ungdómsvirkemið. Nøkur av hesum hava serligan tørv, nøkur hava tørv á stuðli í skúlunum ella heima, nøkur koma á ymsar stovnar og á barnaheimið. Nøkur hava meiri álvarsligar diagnosur, og koma á bústovnar undir almannaverkið, nøkur brúka vard verkstøð o.s.fr. Námsfrøðingar hava hollan fakligan kunnleika, ið teir brúka hvønn dag í sínum starvi. Í síni lýsing av námsfrøðingum og lærarum, nevnir Fróðskaparsetrið tað sum heimsins týdningarmesta starv. Og tað er ikki uttan orsøk!

Vónandi verður fokus flutt frá undantøkum, gerðarætti, siðvenjum um lønarútjald og øðrum undanførslum, til tað, ið hetta verkfallið/bannið verðuligani snýr seg um. Eitt starv, ið er láturliga lágt lønt í mun til útbúgving, og skal lyftast upp, har tað hoyrir heima.

K.h.

Allan Mortensen, Bachelor in Pedagogy

#líkaútbúgvinglíkaløn