Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Um landið ikki vil, eigur Tórshavnar Kommuna at traðka til.

2012-09-12 22:48

At fleiri av okkara politikarum ikki vilja viðganga at tað eru fólk í hesum landinum sum ikki fáa endanar at røkka saman fíggjarliga, er úttrykk fyri líkasælu.

At hoyra politikarar úttala seg um at skattalættin kom væl við, og at pástanda at hesin lættin fer at bjarga okkum úr kreppuni, og at øll fáa ágóðan vísir, at tá ið hesir politikarar meina "øll", meina teir seg og síni. 

Um vit gevast at stríðast í móti hesum kreftum og geva upp, ella flyta av landinum, geva vit alt valdið burtur í skeivar hendur. Havnin skal vera fyri øll!

 

Tórshavnar Kommuna eigur at traðka til, um landið ikki vil, og gera neyðugu átøkini so allir borgarar kunnu hava eitt virðiligt livigrundarlag. Kommunan hevur ikki ráð at lata vera. 

 

Átøk sum kundu hjálpt: Bíligar leigu- og lestraríbúðir, búðstaðartrygging, betri stuðul til einligar forsyrgjarar og arbeiðsskapandi tiltøk.

 

Tíðirnar eru broyttar, og tað er ikki longur sjálvsagt at fólk búseta seg í Føroyum. Tí er tað umráðandi at gera tað liviligt fyri øll. Lat okkum gera íløgur í menniskjuni. Lat okkum byrja nú.

 

Rógvi á Rógvu