Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Um gjónna millum fólksins meining og fjølmiðlarnar - og hvussu brúgv kann byggjast við hugkveikjan frá politiska teinkjaranum Hannah Arendt

Tað tykist vera eitt fyribrigdi nógva staðni í nútíðar vesturheiminum, at stórur munur er á tí, sum flestu stóru fjølmiðlar bera fram, og so fólksins meining. Eitt dømi er, tá flestu stóru bretsku fjølmiðlar í 2016 vóru vísir í, og í nógvum førum argumenteraðu fyri, at bretar fóru at verða verandi í ES. Men fólkið vildi nakað annað!

Fyri liberalt hugsandi fólk og fólk í býum kann tað sýnast, í fyrsta umfari, at munurin millum tað, ið fjølmiðlar bera fram, og fólksins meining stendst av, at konservativt hugsandi fólk og fólk í útjaðaranum ikki eru nóg væl upplýst. Somuleiðis kann tað sýnast fyri konservativt hugsandi fólk og fólk í útjaðaranum, í fyrsta umfari, at gjógvin er íkomin av, at miðlarnir arbeiða fyri einari ávísari politiskari agenda, og at teir eru innsóvsaðir í politiska korrektheit. Politiski teinkjarin Hannah Arendt ræður okkum í slíkum førum at hugsa djypri enn soleiðis eitt fyribrigdi sýnist fyri okkum í fyrstu syftu!

Gjógvin millum miðlarnar og fólksins meining, meti eg, kann partvíst forklárast við, at Arendt greiðir frá, at teori og praksis hava vaksið seg burtur frá hvør øðrum. Hannah Arendt argumenterar fyri, at sundurskilingin millum teori og praksis hevur røtur heilt aftur til Platon, sum á ein óhepnan hátt skilti hugsanarheimin frá dagliga lívinum hjá fólkinum. Sum ein fylgja av hesari sundurskiljan er samfelagið vorðið soleiðis háttað, at politikararnir, embætisfólkini, akademikararnir og leiðararnir taka sær av teoriini, og síðani tekur “tann meinigi maðurin” sær av tí praktiska.

Einfalt sagt, so sæst munurin á teori og praksis aftur í omanfyrinevnda fjølmiðlafyribrigdi við, at vanliga fólkið hugsar mest av øllum við støði í teirra gerandisdegi meðan miðlarnir hava lyndi til at vera mest av øllum akademiskir. Hetta herðist síðani av, at miðlarnir gerast so áhugaðir í teoretiskum søgum og vinklum hjá øðrum miðlum, at teir skriva til hvønn annan og gloyma tann ytra móttakaran úti í samfelagnum, ið livir í einum verkligum gerandisdegi.

Hannah Arendt mennir ígjøgnum sítt lív ein alternativan hugsanarhátt, sum skal mótvirka, at teoriin verður isolerað frá praksisini. Hon forklárar, at ístaðin fyri uppbýtið hjá Platon, skulu vit heldur hugsa, at jørðin áleggur okkum: strev (labor), arbeiði (work) og at fara til verka (action), og at vit við okkara hugsanarvirksemi kunnu: grunda (thinking), vilja nakað saman (willing) og gera eina meting (judgement).

Eg meti, til tess at minka um gjónna millum miðlarnar og fólkið kann hugkveikjan serliga fáast frá arendtska virkseminum at fara til verka (action) og grundan (thinking).

Arendt sigur, at við virkseminum at fara til verka má tað at fáa hugskot og at føra hugskotini út í verki flættast betur inn í hvørt annað. Hon sigur, at tað, sum skal binda hesi bæði hugskotsvirksemi saman, eru samtalurnar, vit hava við hvønn annan. Hon fer enntá so langt sum at siga, at tað at fara til verka, mest av øllum, fer fram í samtalum! Hervið er ein brúgv skapt millum teori og praksis. Arendt sigur tó, at tær samtalur, vit hava við hvønn annan, avgera bert, hvat vit fara at føra út í verki, um fólkini leggja sær eina við at tosa út frá, hvussu tey hvør sær hava upplivað eitt umtalað fyribrigdi møguliga flættað við onkra teori, mann hevur atgongd til, men bara um teoriin ikki mótsigur ta uppliving man hevur.

Eg ráði til, at meiri av verkseminum at fara til verka má nýtast í sambandinum milllum miðlarnar og fólkið, sum merkir, at báðir partar mugu koma meira og djúpari á tal við hvønn annan út frá tí, sum tey hvør sær hava upplivað í teirra gerandisdegi. Í slíkum samtalum er týdningarmikið at lurta væl og tosa greitt. Og ikki minst: at vilja læra av hvørjum øðrum.

Eftir slíkt samskifti kemur ein tíð til grundan (thinking). Í slíkari grundan eigur tann einstaki at lata sín egna hugsanarhátt verða møttan og kontrasteraðan við hugsanarháttinum hjá tí, ið mann hevur verið í samtalu við. Tann einstaki eigur at hugsa nakað soleiðis: “soleiðis hugsaði eg ... ” og “soleiðis hugsaði hin ...”,- og so taka við læru av íkomna dialoginum í egnari grundan. Arendt leggur stóran dent á, at fólk ikki skulu sleppa egnum hugsanarhátti, um so er, at tey eru trúgv móti teimum upplivingum, ið tey hava gjørt sær í egnum gerandislívi við umtalaða fyribrigdinum. Men tann einstaki eigur at leggja afturat sínari egnu hugsan, hvussu onnur, kanska í kontrast við ein sjálvan, hava upplivað sama fyribrigdi øðrvísi enn tey. Arendt sigur, at tá fólk klára at víðka sína hugsan við at læna innlit frá hvørjum øðrum, so verða tey betur før fyri at taka haldgóðar avgerðir, ið á dygdargóðan hátt nýskapa tað, ið vit hava til felags: okkara SAM-felag.

Eg fari at enda við einum sitati frá Margaret Wheatley, ið á ein meira einfaldan hátt enn Arendt lýsir, hvat kann gerast fyri at broyta okkara samfelag til tað betra: “ I believe we can change the world, if we start listening to one another again. Simple, honest human conversation, where we each have a chance to speak, we each feel heard and we each listen well.”