Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Um fakfelagskvinnan stóð á trappuni?

Sjálvboðið arbeiði.

Í sambandi við, at Tórshavnar kommuna hevur bjóðað borgarum kunnandi og felagsfremjandi átak um sjálboðið arbeiði, hevur fakfelagskvinna tala at og harmast gongdina.

Vit kunnu byrja við at líta eitt sindur aftur á og spyrja hvat tað heila snýr seg um, og um vit sum borgarar ikki sjálvir gera av, hvat vit gera, hvussu vit koma hvørjum øðrum við og í seinna enda, hvussu vit hava umsorgan hvør fyri øðrum.

Tá eg var barn vóru viðurskiftini ikki skipað og tú sást nógv virksemi húsanna millum, har fólk hjálptu, tóku eina hond í og stuðlaðu teimum, ið høvdu tørv á stuðli.

Minnist serliga væl ommu mína, sum altíð var til reiðar við eini hjálpandi hond. Ja, einaferð fór hon í grannahús við reinum seingjarklæðum, tí lækni skuldi koma á gátt, og óivað hevur hon bara viljað lætt um hjá grannanum.

Síggið fyri tykkum, um fakfelagið stóð á trappuni og forðaði henni í at gera góðan gerning, sum í seinnu atløgu lívgaði um hana og hennara langa lív, heili 93 ár.

Jú vandi í allari vælferð, har vit alment fóru inn á økið og skipaðu hetta hjálpsemi og hesa umsorgan til lønandi vinnu.

Býurin veksur, frástøðan millum fólk, eldri og yngri, veksur, vit kenna ikki hvønn annan, sum man gjørdi fyrr, og vit arbeiða og blíva burtur fyri hvørjum øðrum, - soleiðis er tað bara.

Tí kann kommunan hjálpa eitt sindur til við at varpa ljós á økið, á møguligan tørv, sum í dag ikki hevur skipað viðurskifti og vísa yngri kreftum á, hvussu tey kunnu brúka nakað av síni tíð í slíkum arbeiði ella tænastu.

Vit hava fingið fleiri umbønir og áheitanir um júst hetta.

Alt er sjálvboðið,  – alt ger mun, og royndir siga, at hetta eru win/win støður, tað vil siga, at slíkt sjálvboðið arbeiði er stimbrandi heilsuliga, bæði fyri sjálvbodna fólkið og tí, man hjálpir.

Í grannalondum okkara telur sjálvboðið arbeiðið sum ein heilur ídnaður – ikki í krónum, men í arbeiðstímum og virði.

So latið okkum steðga á og 'síggja' hvønn annan.

Fyri tað havi eg ikki sagt, at vit ikki hava nógv at gera á eldraøkinum, og júst í løtuni ynskja vit meira orku út í heimarøktina og at býlini skulu fjálgast. Karmar er eitt, fakligheit, starvsfólkaviðurskifti, umsorgan, persónligheit og nøgdsemi eitt annað, eisini hesum fara vit at arbeiða meira ítøkiliga við.

Vóni fakfeløg sum viðleikarar og

at nógv fólk møtir til kunnandi samveru á Reinsarínum, klokkan trý í morgin.

Bergun Kass, Tórshavnar kommuna