Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Um blankokekk at privatisera tunlar

2013-09-03 22:05

 Sonevndi blankokekkurin - einkarrættarlógin, sum Løgtingið í 2010 samtykti - hevur verið nógv umrøddur og varð eisini nevndur á mótmælistiltakinum, sum savnaði túsundtals fólk leygardagin. Ein av framúr góðu røðarunum helt fyri, at eingin í Løgtingum var ímóti lógini. Tað vóru tað. Í sambandi við viðgerðina av tingmáli 161/2009, varð áhaldandi víst á, at hetta var at privatisera Skálafjarðatunnilin við bindi fyri eyguni. Loyvi mær at prenta nøkur brot úr álitinum, undirritaða sum minniluti í Rættarnevndini skrivaði tá:


” Tunnilin er ein skilagóð íløga, sum fer at skapa vøkstur og hevur góðar fyritreytir fyri at bera seg væl. Uppskotið er ikki ein spurningur um at vera fyri ella ímóti Skálafjarðartunlinum, men ein spurningur um, at landið upp á forhond við lóg verður bundið til at gera avtalu við eitt ávíst felag, áðrenn treytirnar fyri avtaluni við felagið eru kendar.


Lógin ... gevur felagum rættindi og trygd, og stillar landið í eina sera veika samráðingarstøðu. Samstundis bindur landið seg á ymiskan hátt, soleiðis at felagið fær endurgjald fyri mistar inntøkur. Ei heldur her ber til at kenna avleiðingarnar, tí treytirnar verða at finna í avtaluni, sum landsstýriskvinnan fer at gera við felagið. 


Í lóginin eru so nógvar óvissur, at um Løgtingið samtykkir hesa lóg, er tað at samanbera við at privatisera ein undirsjóvartunnil við bindi fyri eyguni!


Minnilutin vísir í hesum sambandi til teir 53 spurningarnar, sum Rættarnevndin sendi Innlendismálaráðnum um lógina, umframt spurningarnar, sum løgfrøðin hjá løgtingsumsitingini hevur sett til lógina. Fleiri av hesum spurningum hevur Innlendismálaráðið ikki kunnað svarað greitt. 


Heldur ikki er støða tikin til avleiddar verkætlanir fyri nærri 200 milliónir krónur. Útbyggingar, sum landið verður at gera, og sum mugu inn í raðfestingarnar hjá landskassanum.


Ikki minst tí at talan er um eina útbygging, sum ber seg sera væl fíggjarliga, eru í veruleikanum fáar forðingar - aðrar enn politiskar - fyri, at landið sjálvt kann byggja tunnilin. Landið kann læna pengar til munandi lægri rentu enn privat feløg, tí landið verður mett at hava høgt kredittvirði. 


Tá landið kortini velur at lata privat átaka sær størstu útbygging í infrakervi okkara nakrantíð, má eitt minsta krav vera, at verkætlanin verður boðin út. Úbjóðing er einasti háttur, landið kann tryggja sær, at undirsjóvartunnilin verður gjørdur við lægst møguligu forrentning av eginogn og bíligastu fígging, soleiðis at landsins borgarar ikki skulu gjalda ein óneyðugan ovurprís.


Tað er eisini ein álvarsom tilsíðusetan av javnbjóðis rættindunum hjá vinnunum at bjóða seg fram til stórarbeiði, landið setir í gongd. 


<b>Fíggjarligi parturin</b>

Nevndin hevur ikki fingið útrokningar, sum lýsa fíggjarligu viðurskifini kring verkætlanina og eitt nú inntøkur, og hvussu stórt avkast felagið væntandi fer at fáa árliga og yvir 25 – 35 ár (burtusæð frá leysligum metingum frá Deloitte, sum vísa á møgueika fyri 9,3% í avkasti av samlaðum kapitali og 15% í eginpeningsavkasti).


Útrokningar, sum áður eru gjørdar, vísa, at inntøkurnar frá tunlinum verða væl oman fyri 100 milliónir krónur árliga, at talan verður um milliarda yvirkot yvir 30 ár. Nevndin hevur fingið at vita, at felagið arbeiðir við at gera nýggjar kostnaðarmetingar og ferðslutøl, men hevur ikki fingið nýggju metingarnar. Men, sum skilst verða hesi tøl frá felagnum partur av grundarlagnum undir avtaluni við landsstýrið.


Í nevndarviðgerðini er komið fram, at tað eigur at verða sett spurnartekin við, hví felagið sambært metingunum hjá Deloitte, sær út til at skula skal hava eitt avkast, sum er munandi hægri enn tað “risikoavkast”, sum hevði verið rímiligt. Tess hægri avkast, tess meira skal brúkarin gjalda. Innlendismálaráðið hevur ikki givið nakað greitt svar upp á slíkar spurningar.


<b>Lítil ella stórur vági?</b>

Ein høvuðsgrundgeving at lata privata felagnum verkætlanina er, at landið sleppur undan stórum váða. Samstundis skal avkastið ásetast samsvarandi tí váða, felagið átekur sær. Men, tað fyriliggur ikki nøkur váðameting, sum nevndin hevur kunnað fyrihildið seg til. Mest sannlíkt er váðin við hesi verkætlan lítil. Eingin privatur hevði viljað sett eina milliard í eina verkætlan, varð hetta ikki mett at vera ein rímiliga trygg íløga. 


At enda vil minnilutin bara vísa á, at landið, við at gera Skálfjarðatunnilin privatan, missir møguleikan at lata hendan tunnilin verða part av framtíðar planlegging av infrakervinum, til dømis í mun til at gera samhaldsfastar skipanir fyri alt okkara infrakervi.”


Undirritað hin 7. mai 2010. Løgtingið varð sostatt staðiliga mælt frá at samtykkja lógina, sum varð samtykt við einans fimm atkvøðum ímóti. Leggjast kann afturat, at EIK-grunnurin, sum tá átti P/F Skálafjarðatunnilin saman við LÍV, fyri nevndini hevði upplýst, at tey neyvan fóru at seta pening í verkætlanina! So, útlitini fyri, at felagið fór at eydnast, vóru smá. 


Samtykta einkarrættarlógin er orsøkin til, at KPH helt seg hava blankokekk at fara undir samráðingar við CIP. Ein heimild fleiri væl skøddir løgfrøðingar hava víst á, var dottin burtur. 



Bjørt Samuelsen

tingkvinna