Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mynd: Jens Kristian Vang, portal.fo

Um at rópa hart og virða fakligheit

Altjóða ljósmøðradagur var 5. mai, og 12. mai var altjóða dagurin hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

Tillukku allar ljósmøður og sjúkrarøktarfrøðingar, og eitt herðaklapp til allar aðrar fakbólkar, ið dagliga arbeiða í føroyska heilsuverkinum. Hvønn dag og hvønn tíma í samdøgrinum stríðast tit við eldhuga, umsorgan og fakligu førleikum tykkara, at gera tað besta fyri allar føroyingar.

Og júst fakligi serkunnleikin, eigur at vera grundarsteinurin undir skipanini av føroyska heilsuverkinum.

Siðvenjan hevur eisini verið, at besta fakliga leiðsla verður sett, at leiða sítt serøki. Eitt nú er fysioterapeutur leiðari á fysioterapideildini, og á rannsóknarstovuni er bioanalytikari leiðari. Innan sjúkrarøkt er útbúgvingin bygd soleiðis upp, at holl grundútbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur er grundarlag fyri ymiskar eftirútbúgvingar, ið geva serførleikar innan ymsar sergreinar. Tí hevur tað verið ein sjálvfylgja, at tann við bestu útbúgving innan viðkomandi sergrein verður settur at leiða arbeiðið. T.d. er leiðarin á Gigni serútbúgvin heilsufrøðingur. Á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum eru tvær sergreinar innan sjúkrarøkt – bæði skurð og anæstesi. Hóast báðar greinar eru sjúkrarøktarfakligar, mugu tveir leiðarar til at leiða arbeiðið - ein við serútbúgving innan skurð og ein við serútbúgving innan anæstesi.

Mett verður ikki, at útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur er nóg mikið at leiða sergreinarnar, og tí er ein leiðari við viðkomandi serútbúgving settur at leiða hvørt serøkið, hóast tað er sama deild.

Barnakonuøkið er sergrein hjá ljósmøðrunum – tvs. bæði viðgonga, føðing og barsil. (Hetta kann lættliga kannast nærri á heimasíðum hjá lærustovnum og galdandi lóggávu). Tað merkir ikki, at sjúkrarøktarfrøðingar ikki kunnu arbeiða á barsilsøkinum, men at tann við serútbúgving sjálvandi eigur at leiða arbeiðið.

Tá leiðslan á Landssjúkrahúsinum tekur leiðsluna av barsilsøkinum frá ljósmøðrum og setir leiðara við grundútbúving innan sjúkrarøkt, gera tey greitt brot á hesa siðvenju, og tað er als ikki fakligt grundað.

Tí er tað ørkymlandi og hugstoytt at forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum tekur undir við avgerðini og beinleiðis pástendur, at avgerðin er í lagi. Barsilstíðin krevur góða røkt, men eisini sera nógv annað, ið krevur serútbúgving.

Ikki er sannlíkt, at forkvinnan hevði skilt og góðtikið, at ein sjúkrarøktarfrøðingur uttan eftirútbúgving sum heilsufrøðingur, varð settur sum leiðari fyri Gigni. Ella at ein ljósmóðir fekk hetta leiðarastarv.

At leiðslan á Landssjúkrahúsinum brýtur hesa siðvenju - at tann við serútbúgving hevur leiðsluna á einum serøki - hava allar ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum gjørt vart við og mótmælt, bæði innanhýsis og í Heilsu- og innlendismálaráðnum, uttan úrslit. Tí valdu tær at senda eina kæru um m.a. hesi viðurskiftini. Ein kæra, ið er fakliga grundgivin, um ein lesur viðmerkingarnar til kærupunktini.

Serliga hugstoytt og óskiljandi er tað tí, at forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hartar ljósmøðurnar fyri m.a. at “rópa harðast”, ongan vilja hava til at fáa arbeiðið at virka, og krevur starvsrættarlig tiltøk.

Sigur hon veruliga, at starvsfólk ikki mugu gera vart við umstøður, ið ikki kunnu góðtakast? Meinar hon, at ógrundaðar leiðsluavgerðir (og jú, tær eru ógrundaðar, um leisturin frágreiddur omanfyri er galdandi) ikki skulu mótmælast - og um tað verður gjørt, so skulu starvsrættarlig tiltøk gerast?

Meinar hon í fullum álvara, at starvsfólk ikki mugu rópa hart og eiga at fáa ávaring ella verða uppsøgd, um tey gera tað?

Ein googleleiting kann skjótt vísa, hvør hevur rópt hart um viðurskiftini hjá limum sínum í almennu fjølmiðlunum, og tað eru ikki ljosmøður. Hetta merkir sjálvandi ikki, at vit ikki stuðla slíkum rópum, tí tað er júst tað, ið er neyðugt, tá órímiligar avgerðir og viðferð fer fram frá leiðslum og øðrum, ið hava avgerðarrætt og makt. Ljósmøðurnar áttu allarhelst at rópt hart nógv fyrr og nógv oftari.

At ein fakfelagsleiðari skal hótta og brúka slíkar grundgevingar mótvegis øðrum fakbólki er tí sera ørkymlandi, og sigur ikki frá góðum grundleggjandi fakfelagshugburði, um samanhald og um at verja rættin at mótmæla, uttan vanda fyri ávaring ella uppsøgn.

Uppáhaldið um, at ljosmøðurnar ongan vilja hava til at fáa arbeiðið at virka, er eisini sera hugstoytt. Veruleikin er, at ljósmøðurnar í nógv ár hava arbeitt lið um lið við hinar starvsbólkarnar á føðideildini við einari trýbýttari deildarleiðslu, og ljósmøðurnar hava ikki kravt nakra broyting, hóast avbjóðingar og hóast hetta er serøkið hjá ljósmøðrum.

Ljósmøðurnar eru als ikki ímóti broytingum, men broytingar skulu verða grundaðar og til fyrimun fyri brúkaran.

Ljósmøðurnar høvdu heldur sæð at neonatalstovan, (ið er ein stova fyri ov tíðliga fødd og sjúk pinkubørn) bleiv flutt av føðideildini og at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevði valgt, at givið hesum serøki nøktandi umstøður. Ístaðin hevur leiðslan á Landssjukrahúsinum býtt gomlu føðideildina upp í eina burðardeild fyri seg og eina neonatal- og barsilsdeild fyri seg. Slík samansett deild finst onga aðra staðni, og er als ikki ein heppin samanseting, hvørki fyri sjúka og sárbæra nýføðingin og sperdu familjur teirra, ei heldur fyri barsilskonurnar og børn teirra.

Heldur enn at brúka óneyðugar skattakrónur uppá løgna uppbýting, har serøkið verður tikið frá ljósmøðrunum, átti hesin peningur at verið givin sperda neonataløkinum, brúkaranum at frama.

Tí mótmæla ljósmøðurnar, og vóna veruliga, at viðkomandi fakfeløg skilja og stuðla, heldur enn at hótta og niðurgera tær í stríðnum, at tryggja serøki teirra og besta tilboðið til barnakonurnar í Føroyum.

Nevndin í Ljósmøðrafelag Føroya
15. mai 2017