Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Um at privatisera yvirskotið og nationalisera undirskotið

2013-08-10 22:40

Nú tingfólk kappbjóða um at vera fyrst og best í tunnilsloysnum, spyrja mong - av røttum - um ikki alt tunnilstos er ørvitistos í løtuni. Eiga vit ikki at binda frið um tunnlar eina stund, og er løtan ikki komin, har vit gera íløgur sum hava verið afturúrsigldar í áravís og sum samfelagnum tørvar so stórliga. T.d. íløgur í hægri útbúgvingar og í bústaðir, í skúlar, mentan og søvn. Og at lætta um hjá teimum, ið stríðast við at fáa gerandisdagin at hanga saman. Ella í tey 37 átøkini í Heildarætlanini um Fólkavøkstur. Snøgt sagt, at vit gera íløgur í fólkið og í tað, sum ger okkum klókari, glaðari og meir mentaði. Tað sum gevur gerandisdegnum innihald og meining og sum øll vita er ein fyritreyt fyri at fólk støðist í landinum.

Eg skilji ómetaliga væl allar tær kritisku røddir, ið halda at Løgtingið er farið í kollektivt tunnils-sjálvsving og sakna, at onkur fólkavaldur torir at siga siga sína hjartans meining ímóti fleiri tunnilsútbyggingum.

Ongin ivi er í mínari verð um at vit áttu at raðfest annaleiðis, men nú liggja fleiri uppskot um tunnlar á borðinum og neyðugt er at taka støðu. Eg eri eisini sannførd um aðalmálið, at neyðugt er áhaldandi at gera samferðsluútbyggingar fyri at skapa menning og vøkstur kring alt landið. Sum landspolitikarar hava vit skyldu til at brúka víðvinkulin tá vit hyggja eftir landinum, og tá er ikki torført at fáa eyga á hvat øki veruliga tørvar ein tunnil fyri yvirhøvur at yvirliva. Fólkatalið í Sandoynni er minkað við nærum 600 seinastu 25 árini og nú bert góð 1200 fólk búgva í oynni gongur tað skjótt skeiva vegin. Vit kunnu heilt einfalt ikki lata standa til, og tí er ongin ivi um, at Sandoyartunnilin er tann samferðsluíløgan, sum Løgtingið eigur at raðfesta framum um allar aðrar. Tó vita vit, at ein Sandoyartunnil aldrin fer at bera seg, og tí hevur hann eisini havt so tungan burð, tí landskassin kemur so ella so at átaka sær stórar lánibyrðar fyri at byggja tunnilin umframt rakstrarútreiðslur í framtíðini.

Bjørt Samuelsen og Axel V Johannesen hava lagt eitt vala uppskot fyri Løgtingið, har Eysturoyar- og Sandoyar tunnlarnir verða tengdir saman, tí hetta gevur bestu samfelagsligu nyttuna og er bíligasta loysn fyri landið. Í uppskotinum er stórt arbeiði lagt í at argumentera sakliga og at leggja fram tøl, ið eru grundaðar á neyvar og dagførdar útrokningar frá Landsverki. Landsverk mælir greitt til eina almenna loysn, tí hon er nógv bíligari og ikki tengd við tí stóra váðanum sum landsstýrismaðurin vil gera tað til.Tann stóri munurin er, at privata felagið skal hava eitt avkast á 9,8%, og at rentan hjá almenna felagnum er 3%. Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm hava gjørt eitt líknandi uppskot, sum tó ikki er lagt fyri Løgtingið enn.

Nú uppskotið hjá Kára P Højgaard um at lata privat útlendskt felag byggja, reka og eiga Eysturoyartunnilin, er til viðgerðar, kunnu vit spyrja:

- Hví skulu vit privatisera tað sum gevur yvirskot og nationalisera tað sum gevur undirskot?

- Hvussu kunnu vit taka eitt vitalt strekki úr øllum vegakervinum, sum helst er tað einasta ið kann skapa stórar inntøkur, og geva útlendskum íløgufelag ognarskap og framtíðar profitt av hesum strekki? Heldur enn at vit sjálvi kunnu fáa vinningin, td við lægri prísum og við at tengja Eysturoyar- og Sandoyartunnilin saman. Og harvið skapa størri samfelags gagn fyri vinnulív og privat? Sambært útrokningunum hjá Landsverki,sparir vinnulívið uml. 15 mió kr. í nýtslugjaldi um árið við einum almennum tunnilsfelagi heldur enn einum privatum.

- Hava vit ikki higartil verið samd um at samferðslan er ein almenn og solidarisk skipan?

- Hvussu kunnu vit rationelt forklára og forsvara, at vit skulu seta allar fólkaræðisligar grundreglur til viks, og við bindi fyri eyguni skulu velja at taka av eini loyniligari privatari loysn? Har tað eru hópin av óvissum og har vit ikki vita hvørji forpliktilsi vit binda okkara eftirkomarar til? Og hartil eina nógv dýrari privatari loysn, enn tí almennu.

- Hví skal CIP hava heili 5 ár til bara at koma við einum forprojektið? Ikki fyrr enn í 2021 vita vit, um tey yvirhøvur fara í gongd! Man tað vera tí tey skulu viga og kanna allar aðrar áhugaverdar samferðsluíløgur í heiminum, og um onkur onnur íløga vísir seg at vera lukrativari, so blaka teir allar ætlanir viðv. Eysturoyartunlinum frá sær? Og so sita vit her - við ongum? Hvussu kann man vilja skriva undir uppá slíkt?

Privata avtalan sum landsstýrismaðurin ætlar at gera við CIP og øll tann loyniliga og klossuta tilgongdin líkist mest av øllum einari farcu.

Her er upp í leypar av argumentum fyri eini almennari loysn og tí átti tað slettikki at verið nakað ivamál um hvat er tað rætta at gera. Men eftir 12 tíma langa orðaskiftið í Løgtinginum týsdagin bendi nógv á, at ørvitisprojektið við Kára P Højgaard og løgmanni sum fremstu sølumonnum, fer at sigra. Tað er syndarligt at vera vitni til, at tílíkar beinleiðis samfelagsskaðiligar avgerðir verða tiknar og at ongi av øllum teimum skilagóðu argumentunum rína við.

Sjálvandi skulu vit lata føroyskt vinnulív standa fyri byggingini: Vit styrkja førleikar og vitan í landinum og tað eru vit sum sjálvi skulu stýra og ráða fyri hesi verkætlanini, tí tað hava vit prógvað at vit saktans megna.

Heilt yvirskipað eiga vit at halda fast í hesum prinsippum:

1. Samferðsla er og skal vera ein almenn uppgáva. Vit eiga at hava eitt alment tunnilsfelag, eitt PF Føroyatunnlar, ið umfatar Norðoya- og Vágatunnilin og komandi undirsjóvartunnlar. Hesin leistur hevur riggað væl, vitan og førleiki er í Føroyum - hví ikki halda fram við somu skipan, sum virkar? Helst er tað rætt, eisini at taka bergholstunnlar við í slíkt felag, so øll ið koyra gjøgnum tunnlar okkara gjalda samhaldsfast fyri at reka okkara dýra samferðslukervið.

2. So eigur at vera farið undir at byggja Eysturoyartunnilin fyrst - sum uppskotið hjá Bjørt Samuelsen og Axel V.Johannesen leggur upp til - og beinavegin aftaná fara undir Sandoyartunnilin. Tí annars kemur als ongin Sandoyartunnil, tað er ongin ivi um tað. Og Sandoyartunnilin er tann farleið vit hava størst samfelagsskyldu at byggja, tí tað er spurningur um lív ella deyða fyri Sandoynna.

3. Tað eru tvær orsøkir til at vit byggja tunnlar: Onnur er at tað er skjótari og bíligari fyri hvønn einstakan at koma aftur og fram. Og hin orsøkin er, at eitt vælútbygt samferðslukervið eigur at fáa okkum at reka samfelagið rationellari og skynsamari. Tað hevur tíverri ikki verið nógv at sæð til at samfelagið er blivið bíligari at reka hóast Norðoyatunnilin og Vágatunnilin eru komnir. Vit hava enn trý sjúkrahús, fleiri skúlar av sama slag, ið verða útbygdir leyst av hvørjum øðrum, stór og dýr havnaanlegg í størru kommununum osfr. Tað eigur at vera ein treyt, at vit samstundis sum vit játta at fara undir fleiri tunnlar, eisini binda okkum til at umskipa og reka samfelagið bíligari eftir at tunnlarnir eru komnir.

Tíðin er langt síðan er komin til at vit gera munagóðar íløgur í fólkið og hesum fari eg framhaldandi at leggja alla mína orku í. Viðvíkjandi aktuellu uppskotunum vóni eg inniliga at skilið fer at sigra og okkurt av uppskotunum um eina almenna tunnilsoysn fer at fáa meiriluta í Løgtinginum. Sjálv taki eg undir við at vit fara undir at byggja Eysturoyar-Sandoyartunnil sum samantengd, almenn verkætlan. Um ikki hetta verður leisturin, kann eg ikki atkvøða ikki fyri einum Eysturoyartunnli.

Gunvør Balle

tingkvinna