Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Um at fyrigeva hvørjum øðrum

2014-02-11 21:56

 Tá eg læs hetta skriftstaðið, bleiv hetta so álvarsamt fyri meg, Hebra Kp. 12-15. Síggji til at eingin víkur frá náði Guds, at eingin beisk rót veksur upp og ger skaða, og mong verða dálka av henni. 


Í Matt 18.22 og úteftir: Um tú hevur nakað í móti einum bróðuri ella systir, so má tú fara til viðkomandi og foreina teg við tann og av hjarta fyrigeva. Líkaleiðis, um eg havi ilt inni við nakran, so má eg fara til hann og í kærleika biða um fyrigeving. Tað má aldrin verða so, at tú sigur, at hann skal koma til tín fyrst, tí tú hevur rættin. 

Verð tú tann sum fer fyrst. Lat einki verða, sum heldur tær aftur, gev upp og lat alt vera gloymt og byrja so eina nýggja síðu. 



Jesus sigur, at tað eru tey eymjúku, sum hann gevur náði, men teimum stoltu stendur hann ímóti. 



Matt. 5.23: Um tær kemur í hug, tá íð tú ber fram gávu tína á altarið, at bróður tín hevur okkurt ímóti tær, lat tá gávur tína liggja á altarinum og fær og verð fyrst samdur við bróður tín, - kom so og ber fram gávur tínar. Verð skjótur til semju við mótpart tín, meðni tú enn er á vegnum við honum. 



Tað stendur eisini í Matt. 18.23 – tað stendur um ein tærara, sum skyldaði harra sínum 10.000 denarar, men tá hann einki hevði at gjalda við, tókti harri hansara hjartaliga synd í honum og gav honum alla skuldina eftir. Men tá íð hesin tænarin fór út, hitti hann ein samtænara, ið skyldaði honum 100 denarar, hann legði hond á hann og tók um hvørkrarnar á honum og segði; “rinda tað tú skyldar mær” og hann læt hann seta fastan, inntil hann hevði goldið alt, sum hann skyldaði. 



Tá harri hansara hoyrdi hetta, bleyv hann illur og segði, soleiðis skal eisini himmalski faðir mín gera við tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva, ein og hvør bróður sínum. Jesur lærdi okkum “Faðri Vár”, har stendir “Fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, sum synda ímóti okkum”. Hetta er álvarsamt, um vit ikki foreina okkum við næsta okkara, hvussu skulu vit vænta at vit fáa fyrigeving. Hvussu skullu vit lata hetta fara aftur við borðinum, ella skullu vit gera nakað við hetta? 



Maria Jacobsen 
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=cmVCIBbNTpA&feature=share]
Hetta er vert at lurta eftir.