Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ullin til klæði og bjálving

2014-07-07 23:49

Ongin orsøk er at tveita ullina, ið ikki verður brúkt til klæði, burtur við at brenna hana á brennistøðunum. Ull brennur fyri tað fyrsta illa, og skulu nógvir litrar av olju til, næst at dálking stendst av slíkum. Ull kann og verður brúkt til bjálving til sethús og bygningar, og eisini sum bjálving har krøv eru til serstaka ljóðdoyving.

Bjálvingarvirðið er nakað betur enn vanlig steinullsbjálving, ið hevur eitt U-virði á uml. 0,04W/m2/K. Næst hevur ull – og annað nátúrligt tilfar t.d. hørr, træ, hamp ella pappír, ið eisini verður brúkt til bjálving, betri eginleikar enn steinullin. Orsøkin er at tilfarið er ført fyri at halda upp til 35% av vætu (av eginvektini) í sær, og tí forða fyri at guva/dampur setur út á innsíðu á útveggi, og har kondenserar við úrslitinum at blámusoppur kann nørast. Vanligt er at fólk nýta dampsperru úr plast ella samansettum pappíri og alufoliu. Hetta fyri at fyribyrgja at dampur setur út í konstruktiónina. Við slíkari loysn eigur blámusoppur ikki at koma fyri – væl at merkja um arbeiðið er væl frágingið og konstruktiónin gjørd á rættan hátt. Men hinvegin so verður talan um at búgva í einum húsum har ”regnfrakka” støða verður innandura t.v.s. at væta skal luftast út antin við vanligari ventilatión við at lata vindeygu upp ikki minni enn tvær ferðir um dagin á ca. 10 minuttir - ella at mekanisk ventilatión verður sett upp. Við vankligari útlufting stendsst eitt orkutap – ið jú ikki er so gott, men kann mekanisk ventilatión fyribyrja hesum um hitin í brúktu luftini verður resirkuleraður og endurnýttur. Nýggjar og framkomnar loysnir eru við samanseting av ventilatión og hitapumpu.

Seyðaull er allarbesta tilfar til bjálving. Hon heldur á vætu – og her nýtist ikki nøkur dampsperra, um konstruktiónin er gjørd soleiðis at hon hevur sítt egna nátúrliga luftskifti. Serstøk krøv verða sett til hvusssu konstruktiónin – tekja og útveggur - verður bygd, og eisini skal bjálvingin hava eina ávísa tjúgd. Tilfar til inn- og útsíðu skal hava ávísan diffusiónsopinleika, og eisini skal útveggur/tekja byggjast sum útluftað ella ventilerað konstruktión.

Seyðaull til bjálving er einasta náttúrubjálving, har einki annað tilfar er sett til. Talan er um 100% reina ull í mun til t.d. hørr har smávegis polyester er brúkt at halda tilfarinum saman. Træull og pappírsull er tilsett borax fyri at minka um brandeginleikan. Borax er heldur óheppið tá tað forðar fyri burturbeining, um so var, at einki borax var í tilfarinum. Seyðaull brennur illa og verður tí eisini nýtt sum brandbjálving – bæði til hús og bygningar og til t.d. flogfør.

Heilt stóru fyrimunirnir við seyðaull er at hon heldur í sær nógva vætu, ið í smáum flytir seg frá innveggi til útvegg/tekju, hon viðvirkar til at reinska innandura luftina, bjálvingarvirðið er sera gott – og ikki minst kann hon burturbeinast uttan nakran skaða fyri umhvørvið.

Seyðaull vigar uml. 20Kg/m3 ella 2kg/m2 í 10cm tjúgd. Hon kann keypast sum ídnaðarframleidd vøra í ymiskum tjúgdum og til ávísar breiddir í rullum, ið passa til vanligar stólpa-ella sperrufrástøður. Kostnaðurin er nakað hægri enn t.d. steinull, men dygdin er fleirfaldað og við fleiri fyrimunum til at røkka allar besta innandura umstøðum. Eingin verja ella serstøk krøv eru til at nýta seyðaull – so talan er í stuttum um bestu bjálving yvirhøvur.

Og hvat so við føroysku seyðaullini, ið ætlandi skal í brenniovnin? Hon kann brúkast til bjálving á loftir og millum hanabjálkar, og uttan at annað verður gjørt við hana enn at vaska hana sera væl við t.d. grønsápu. Hon skal skolast væl í feskum vatni, og síðan leggjast í kar har sjógvur er í. Evt. kann nakað av vanligum salti latast í karið, fyri síðan at heingja ullina upp at turka. Tá ullin er turr kann hon leggjast beinleiðis á loftsklæðingin. Um húsið ikki hevur tætt tróður, kann leggjast ein diffusiónsopin klæðing (filt) oman á ullina – fyri at betra um bjálvingarvirðið.

Tað hoyrir ongar staðir heima at góð seyðaull verður brend. Hon kann og eigur at verða brúkt til skilagóð endamál, og skal tí heitast á avvarandi stovnar/myndugleikar at taka seg um reiggj og gera nakað miðvíst við málið.

Viðhefta mynd er ídnaðarframleidd seyðaull til bjálving. U-virðið er 0,0385W/m2/K