Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Marin Katrina Frýdal

Týdningarmikið samstarv innan barnaøkið í vanda

2015-01-29 14:44

Royndarverkætlanin “TÍTT”, ið hevur sum endamál at styrkja um fyribyrgjandi arbeiðið í kommunum, hongur tíverri í einum klønum tráði og er í vanda fyri at fella á býráðsfundi í Havn í kvøld. Málið er sera týdningarmikið, og tí kenni eg meg noyddan at kunna borgarar okkara um hetta og ávara ímóti at fella uppskotið, sum ein samd Trivnaðarnevnd tekur undir við.

Á býráðsfundi í Tórshavnar kommunu í kvøld kemur fyri eitt mál um tvørfakligt samstarv innan barnaøkið, ið fevnir um børn frá 0 til 10 ár. Eitt mál, sum eg havi biðið um at fáa fyri býráðið, eftir at partar av Javnaðarflokkinum feldu málið í Mentamálanevndini. Hetta hendi, hóast ein samd Trivnaðarnevnd samtykti málið.

Orsøkin til, at eg varpi alment ljós á hetta, er, at talan er um eitt sera týdningarmikið og framsíggið mál, ið stendur til at fella, um meirilutin í Mentamálanevndini fær sín vilja. Somuleiðis er hetta eitt dømi um tørvandi opinleika í kommununi, tí fundarskráir fyri býráðsfundir í Tórshavnar býráð verða ikki longur almannakunngjørdir á heimasíðuni. Hetta hóast eg fleiri ferðir havi gjørt vart við og funnist at tí, at borgarar ikki longur hava møguleika at fylgja við í, hvat kemur fyri í býráðnum til støðutakan. Ein ódemokratisk og ódámlig gongd, sum eg hvørki sum politikari ella borgari ætli mær at góðtaka.

Royndarverkætlanin TÍTT – ið stendur fyri Tilbúgving í Tøkum Tíma – er sprottin úr SSP-samstarvinum, sum er eitt tvørfakligt samstarv millum skúlaverk, sosialar myndugleikar og løgreglu. Hetta eru stovnar og myndugleikar, sum hvør á sín hátt hava serliga ábyrgd fyri trivnaði og uppvøkstri hjá børnum og ungum. SSP-samstarvið hevur staðfest ein tørv á at styrkja um tað fyribyrgjandi arbeiðið mótvegis børnum undir skúlaaldri.

Barnarverndartænastan hevur hinvegin staðfest, at flestu fráboðanir koma frá lærarum. Hetta er hugvekjandi, tí her er talan um børn í skúlaaldri, og støðan kann tá vera torfør at bøta um, tí neiligu árinini hava sett so mikið djúp spor.

Staðfesta mistrivnað beinanvegin

Ætlanin er, at verkætlanin skal royndarkoyrast frá 1. januar 2015 til 30. juni 2016. Í royndarverkætlanini verður ljós varpað á trivnaðin hjá øllum børnum í aldrinum 0-10 ár í einari skipaðari tilgongd, har gjørligt verður at varnast møguligan mistrivnað og seta inn beinanvegin.

Í eini einfaldari, men væl skipaðari tilgongd, fáa starvsfólkini á dagstovnaøkinum við hesi skipan nøkur amboð at varnast trupulleikar og í stundini seta inn við fyribyrgjandi tiltøkum.

Skipanin tryggjar, at samstarvið millum stovn og heim verður styrkt, at skiftið millum dagstovn og skúla verður samskipað, umframt at samstarvið millum stovn, heim og fyrisiting verður styrkt. Ikki minst tá talan er um samstarv við Barnaverndartænastuna hjá kommununi. Verandi tvørfakliga samstarv, skúli, sosialur myndugleiki og løgregla, verður styrkt við dagstovnaøkinum. Ætlanin er at bróta niður møguligar múrar millum fakbólkar til gagns fyri trivna, heilsu og menning hjá børnunum. Tað er brúk servitanini hjá øllum fakbólkunum innan øki og tí er samstarv ein fyritreyt fyri at skipanin skal eydnast.

Royndir aðrastaðni prógva, at ein felags tilgongd og neyv samskipan, eins og nøkur ítøkilig amboð, hava gjørt stóran mun fyri bæði foreldur, dagstovnar og fyrisiting. Hetta tí, at nógvir trupulleikar nú verða loftaðir so mikið tíðliga, at foreldur og starvsfólk í felag kunnu loysa hesar, uttan at aðrir myndugleikar koma inn í málið.

Møgulig mál verða nú fráboðaði so mikið tíðliga, at tað somuleiðis ber til at seta inn við nógv minni víðfevndum tiltøkum. Hetta orsakað av, at tað framvegis er møguligt at skapa jaligar broytingar fyri bæði barn og familju, so neiliga úrslitið av mistrivnaði ikki av álvara nær at rótfesta seg. Hinvegin kann tað fáast í rættlag skjótast møguligt og harvið fyribyrgja álvarsligum avleiðingum.

Fíggjarlig sparing við skipanini

Royndarverkætlanin fevnir um tær tríggjar kommunurnar, Hvannasunds-, Eystur- og Tórshavnar kommunur. Tær báðar fyrst nevndu eru longu farnar í gongd við skipanina.

Her hjá okkum er ætlanin at byrja við einum parti av Tórshavnar kommunu og síðani vaksa um skipanina at galda fyri øll økir. Hetta sjálvandi treytað av, at royndarverkætlanin eydnast og kann setast í verk fyri alla kommununa.

Tveir námsfrøðiligir ráðgevarar frá Barna- og Ungdómsdeildini verða knýttir at verkætlanini tvær ferðir 10 tímar um vikuna til tess at tryggja, at starvsfólkini fáa neyðuga vegleiðing og stuðul í royndarverkætlanartilgongdini. Væntandi fara fleiri fráboðanir at koma til Barnaverndartænastuna í hesum tíðarskeiði. Royndir aðrastaðni vísa, at skipanin hevur elvt til, at tað nú verða settar færri kostnaðarmiklar fyriskipanir setta í verk mótvegis børnum og familjum teirra. Hetta orsakað av, at møguligir trupulleikar verða fangaðir skjótari.

Til ber at fremja royndarverkætlanina innan verandi fíggjar- og starvsfólkakarmar. SSP-skipanin ber kostnaðin av innleiðandi og stuðlandi skeiðstiltøkum í tilgongdini, og vanligi raksturin fevnir um dagliga virksemið.

Støðan í dag staðfestir, at størri børnini eru tá ið tey koma inn í skipanina, størri er skaðin og útreiðslurnar fyri kommununa hareftir. Barnaverndartænastan hjá Tórshavnar kommunu kostar í dag umleið 27 mió. kr. um árið. Við TÍTT er ætlanin at fáa bæði eina fíggjarliga og eina menniskjaliga sparing.

Trivnaðarnevndin hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá trivnaðarstjóranum, leiðaranum á barna- og ungdómsdeildini og sosialdeildarleiðaranum. Eisini samtykti nevndin at fáa til vega ávegis frágreiðing við eftirmeting í november 2015. Harumframt heldur nevndin, at heitið á verkætlanini eigur at verða broytt, so tað samsvarar betri við endamálið. Við í góðari tíð at seta inn móti møguligum trupulleikum, so hesir ikki fáa gróðrarlíkindi.

Av óskiljandi orsøkum hevur ein meiriluti í Mentamálanevndin uttan nakra grundgeving sett seg ímóti hesi góðu og fyribyrgjandi verkætlan. Tá hugsað verður um tað stóra og drúgva arbeiði, sum lagt er í yvirtøkuna av eldraøkinum, har dentur aftur og aftur er lagdur á tað tvørfakliga, er tað sera undrunarvert, at sami tvørfakligi leistur verður vrakaður á einum so týdningarmiklum øki sum barnaøkinum.

Tað er mín vón, at býráðspolitikarar síggja langtíðar skynsemi í hesum máli, og at ein meiriluti samtykkir hetta fyri eftirkomarar og samfelag okkara so týdningarmikla mál.

Við býráðskvøðu

Marin Katrina Frýdal, Tjóðveldi