Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tvungin foreldramyndugleiki er ikki vegurin fram

2020-01-21 07:11
Vit í Landsfelagnum Børn og Samvera mótmæla harðliga, at danska forældreansvarloven skal verða kopierað til Føroyar, sum felagið Barnarættindi mælir til. Tvungin felags foreldramyndugleiki er ikki vegurin fram, men heldur er tað barnið og barnsins tørvur, sum altíð eigur at vera í miðdeplinum.

Í Føroyum íkemur felags foreldramyndugleiki í samband við hjúnaband, og harafturat er lætt at fáa felags foreldramyndugleika, um mann ikki er giftur - tað krevst bert ein avtala millum foreldrini, har mamman undirskrivar, at hon ynskir felags foreldramyndugleika. Flestu samlivandi pør, ið finna væl útav at vera foreldur saman, velja at fáa sær felags foreldramyndugleika púra sjálvboðin.

Felags foreldramyndugleiki er fantastiskur, tá ið talan er um tvey vælfungerandi foreldur. Men tá ið talan er um tvey foreldur, ið ikki fungera saman sum foreldur, og felags foreldramyndugleiki er tvungin - tá er tað barnið, sum kemur í klemmu.

Hesum mótmæla vit í Landsfelagnum Børn og Samvera harðliga, og tí vilja vit heita á politikarar um at hava barnsins tørv í huga, tá ið nýggj lóg um foreldramyndugleika skal gerast.