Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Tvørpolitiskur fundur í Nólsoy

2012-11-01 05:30

Góðu nólsoyingar! Nú er valskrá okkara handað tykkum og vónin er sjálvsagt, at tit síggja Tjóðveldi í tí framburði vit hava havt seinastu 8 árini - og lesa okkara visiónir frameftir.

Valevnini fyrireika tvørpolitiskan fund, ið verður á Látrinum sunnudagin 4. november kl. 17. Fundurin verður skipaður soleiðis, at valevnini í Nólsoy fáa orðið og at tit somuleiðis fáa høvið at seta spurningar og kjakast um tiltøkini frameftir.

Vónandi møta tit fjølment at seta tykkara merki á ríkan fund. Tykkara ynski og okkara ætlanir skulu samansetast, at vit eisini frameftir síggja framburð og møguleikar at styrkja Nólsoynna.

Lat okkum seta út í kortið ítøkiligar ætlanir, heldur enn tóm vallyfti.

Jákup av Skarði
Býráðsvalevnið fyri Tjóðveldi