Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Tveir føroyskir sjónleikir - ein á Vaglinum hin í Sortu Díki

2015-02-03 20:47

Tom Silvurdal skrivar:

Føroyingar gevist aldrin, at stríðast fyri einum borgarligum Sjálvbjargnum Føroyum.

Nú i hesum døgum fara tveir almennir sjónleikir fram í Føroyum.

Tann fyrsti fer fram á Vaglinum í Havn (Sum vanligt )

Hin fer fram í Sortu Díki (KVF)

1. Sjónleikurin á Vaglinum
Hesin er áhugaverdur, tí hann snýr seg um eitt moderna politiskt drama – kríggj og kærleika.

Ikki millum mann og kvinnu, men millum tveir politiskar flokkar á tí føroyska vinstravonginum.

Kærleikin millum hesar vinstrahallu flokkar byrjaði á náttartíð fyri nøkrum árum síðan, tá ið tjóðveldi valdi at fríggja í tí borgarliga leirinum-og stjól sær “Sjeyk” hiðani. Sum teir parkeraðu hjá hinum soialistiska flokkinum - javnaðinum.

So fór sosialista leikurin annars í gongd á Vaglinum.

Stutt kann sigast um innihaldi í hesum leiki at :

Tann nýggi tjóðveldis “Sjeykurin” fekk alla magt og æru litið upp í hendurnar, av sínum nýforelskaða samstarvsflokki, tjóðveldi.

Hettar hevur nú ført við sær at sosialistarnir á Vaglinum, eru farnir at klandrast og “Sjeykurin” hevur nú fingið nýtt navn - Sosialistiskur einaræðisharri –og orð sum “Sovjetiskir tilstandir á Vaglinum” eru nú at hoyra frá hinum fyrr so “forelskaða” sosialistaflokkinum, tjóðveldi!

Hesin leikurin á Vaglinum er sera áhugaverdur hjá okkum føroyingum at líða at.

Hesin leikurin vísir tíðiliga, at hvørki javnaðarsosialistarnir, ella tjóðveldissosialistarnir eru egnaðir at taka við landsins leiðslu.

Tað er annars júst hettar, sum hin leikurin hjá KVF í Sortu Díki, vil hava okkum føroyingar at gera til næsta valg.

2.Sjónleikurin í Sortu Díki. ( KVF )
Allur tann ágangur sum hevur verið á borgarligu Føroyar, kom til sjóndar í sjónleiks sendingini, sum KVF-skipaði fyri.

Tá ið allur tann útspillandi og niðurgerandi parturin, sum snýr seg um verandi fiskivinnumálaráðharra - og ávísar føroyskar reiðarar, verður skorin burtur, tykist bert hettar, at standa eftur:

1. Skal Føroyar vera eitt borgarligt samfelag eftur næsta valg ?

2. Skal Føryar skipast sum eitt sosialistiskt samfelag eftur næsta valg ?

Sjónleikurin um fiskivinnuna í “Sortu Díki” snýr seg um, at manupolera føroyingar, at taka undir við, at skipa Føroyar, sum eitt sosialistiskt samfelag – stutt sagt - onki annað.

Teir ymsu alment løntu sjónleikarnir í sendingini spældu væl.

Serliga var tað hann, við teimum 10 gravkúgnum í Hovíkshaganum og teimum 10 milliardunum, ið ein beit merki í.

Sannleikin er nokk tann í veruleikanum, at um júst hesin sjónleikarin fekk allar 10 gravkúgnar og harvið í hansara termologi allar 10 mia.

So vil jeg påstanda, at júst hesin sjónleikarin hevði komið “Ongul í reyv” omanaftur úr Hoyvíkshaganum.

-Ongin milliard fingin til hølvdar og harvið ongar pengar í landskassan.

Og um hesin sjónleikarin hevði goldið tilfongisgjald, áðrenn hann fór at grava í Hoyvíkshaganum - So var bæði hann og landskassin farin á heysin.

Tað er nemt at kanna sær bitan, áðrenn hann er fingin til høldar - alt ov nemt, jú lærdari ein tykis vera.

Men tíbetur, so finnast tað aðrir menn í Føroyum - sum ikki spældi við, í hesum sjónleiki - sum nokk skuldi fingið “Milliardirnar í Hoyvíkshaganum” til høldar. Og harvið pening í landskassan, Føroyum at frama.

Hesir menn høvdu sambart hesum sjónleiki, óivað verið at finna millum tjóvarnar og skálkanar.

Soleiðis eru okur øll, so ymisk í hesum landið.

Skal tað vera landskassin, sum gjøgnum avgjøld á vinnuna - dregur peningin inn í kassan – áðrenn fonurin er fangaður.

Ella skal tað vera tey privatu vinnutólini sum – fyrst fáa hendur á fonginum - og síðan, sum tað altíd hevur verið vanligt í Føroyum –Rinda tað sum teimum er ásett, í landskassan.

Fáa sosialistaflokkarnir valdi í Føroyum eftur næsta val, er onki at ivast í, at teir fara at føra ein politik, har teir fara at kanna landskassanum fongin, áðrenn fongurin er fangaður.

Hettar er júst tað, sum teirra lærdu stuðlar, predika fyri teimum.

À henda hátt fara teir at skipa fyri, at landskassin kemur at bestemma útviklingina og framburðin innan eitt komandi føroskt, sosialistiskt grundað vinnulív.

Øll framkomin lond, hava annars bygt sítt samfelag á, at tað privata vinnulívið, er grundstuðilin undir landshúsarhaldinum

Og ikki, sum man ætlar í Føroyum, at landskassin skal skipa fyri menning og framburði, í einum komandi sosialistiskum føroyskum javnaðar og tjóðveldisstýrdum vinnulívi.

Fyrst tekur landskassin inn tað frá vinnuni, sum landskassanum tørvar.

Tað sum eftur er, kunna hinir “óndu og grýski”, klandrast og berjast um.

Vónadi gerst hettar aldrin veruleiki í Føroyum.

Føroyar hava eina harða náttúru og tað krevst nógv, at vinna pening burtúr.

Tað veitt okra samfelagssøga, at siga okkum.

At enda, vil jeg bert vóna, at okur føroyingar, duga at síggja og taka frástøðu frá hesum alment innspælda, jornalista sjónleiki frá KVF. Sum bert er ein stór væl tilrættisløgd propaganda sending, har nakrir av okra bestu landsmonnum, vera hunddálkaðir og stungnir í ryggin afturfyri, at tey innan fyri teir karmar sum Føroya Løgting hevur samtykt, hava luttikið aktivt í teirru fantastisku menning, sum alt Føroyar sum tjóð, uppliva í hesum døgum.

Føroyar eru, grunda á sterkar vinnufyritøkur innan fiski og alivinnuna, væl ávegis at gerast fíggjarliga sjálvbjargin.

Mín vón skal vera, at tykur mínir landsmenn halda fast við einari borgarligari gongd í Føroyum, eisini eftur næsta val.

Latið tykkum ikki forblenda av hesum einvísa propaganda sjónleiki, sum tað almenna KVF hevur latið framleiða, við tí einvísa endamáli at skipa Føroyar sum eitt sosialistiskt samfelag eftur næsta val.

Við kvøðu
Tom Silvurdal