Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Tunnilvisjón 2013

2013-08-15 22:33

<b>Fyrr í ár hevði samgongan ein gyltan møguleika at fáa gongd á eitt Fountain House, soleiðis at vit longu nú høvdu havt hjálpt nógvum sálasjúkum føroyingum, men nei. Samgongulimir mettu, at fyrireikingararbeiði til Skálafjarðatunnilinum hevði størri týdning.</b>

Tað stutta av tí langa: Andstøðan legði eitt uppskot fram, har mann vildi brúka nakað av pengunum - sum var sett av til Skálafjarðatunnilin - til eitt Fountain House.

Uppskotið varð felt, men tá uppskotið varð felt, var talan um ein almennan Skálafjaratunnil. Síðani tá er tunnilin vorðin ein privat íløga.

So eg fari at spyrja tykkum, sum feldu uppskotið hjá andstøðuni:

- Alfred Olsen

- Jóna Mariusardóttir Mortensen

- Helgi Abrahamsen

- Alfred Olsen

- Rósa Samuelsen

- Eivin Jacobsen

- Joen Magnus Rasmussen

- Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

- Brandur Sandoy

- Rodmundur Nielsen

- Bjarni Djurholm

- Kristianna Winther Poulsen

- Edva Jacobsen

* Hanus Samró var eisini ímóti, hóast eg ikki finni hann á yvirlitinum.

Tá argumentið fyri at fella uppskotið var: “Pengarnir skuldu brúkast til at fíggja fyrireikingararbeiði til ein almennan Skálafjarðatunnil”. Hvat er tað, sum forðar tykkum at brúka umrøddu pengarnar upp á eitt Fountain House, tá Skálafjarðatunnilin nú verður fíggjaður privat?

Vinarliga

Hergeir Staksberg