Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tunnilsmyrkur, tingið og tapandi tjóðin

2013-08-16 22:23

<b>Almennu Føroyar hava ikki ráð til ein Sandoyartunnil, so leingi sum fráflytingin stendur við og versnar. Tí hvat nyttar tað at bjarga einum útjaðaraøki, um øll tjóðin samtundis tapir í beinhørðu kappingini um okkara fólkatilfeingi?</b>

Heini í Skorini

<b>“Um fólkatalið minkar (…), hvat skulu vit so byggja ein tunnil til?”</b>

Hetta var allar seinasti setningurin í tunnilskjakinum millum Kára P. Højgaard og Bárð Nielsen týskvøldið, nú sjónvarpstíðindi aftur eru á skerminum eftir eitt drúgt summar. Bárður Nielsen átti lakonisku replikkina, áðrenn verturin Bogi Godtfred boðaði frá, at nú var tímaglasið runnið. Sjónvarpskjak hava tann undarliga eginleikan, at tey ofta enda, júst tá tey eru komin í gongd – tá tey stóru perspektivini trekliga koma undan kavi.

Ein góðan tíma frammanundan hevði Uni Holm Johannesen samrøðu við partamannin hjá Bárði, Johan Dahl, í útvarpinum. Og vinnumálaráðharrin dittaði sær at seta aktuella tunnilskjakið í perspektiv:

”Okur hava nógv onnur ting at brúka pengar til í hesum samfelagnum enn tunlar í løtuni”, segði títtmælti landsstýrismaðurin í samferðslumálum.

Hoyrdi ein rætt? Var tað veruliga ein samgongupolitikari, sum setti spurnartekin við ta tunnils-psykosuna, sum hevur rakt politisku skipanina seinastu tíðina? Er Johan Dahl veruliga vorðin ljósið í tí tunnilsmyrkrinum, sum tykist hava myrkalagt hugarenslið hjá ráðandi oddvitum landsins?

<b>“Hol í høvdið!”</b>

Men tað var ikki eg, sum var plágaður av ynskihugsanum og hallusinatoriskum gykli. Í somu tíðindasending ávaraði Johan Dahl staðiliga ímóti at plyndra fæið í tí niðurlagda landsbankanum á 150 milliónir til ein tunnil í Sandoynna, soleiðis sum hansara floksformaður og samgonguleiðari, Kaj Leo Johannesen, hevur róð framundir. Jørgen Niclasen lovaði annars í útvarpstíðindunum tann 28. september í fjør, at politikarar fóru at halda fingrarnar vekk frá ognini hjá gamla landsbankanum. Men nú hevur pípan brádliga fingið eitt annað ljóð.

Gerhard Lognberg, Páll á Reynatúgvu og Brandur Sandoy skulu við øðrum orðum keypast fyri 150 milliónir at stuðla privatu og duldarfullu “operatión Eysturoyartunnilin” hjá Kára P. Højgaard. Var einki alternativt uppskot komið fram, vóru hasir pengarnir heldur ikki lovaðir teimum trimum sandoyingunum. Og hevði ”onkur” í landsstýrinum ikki likið ætlanina hjá landsstýrismanninum út til pressuna, hevði loyniliga verkætlanin longu verið undirskrivað.

Við øllum sínum juridiska orðafeingi dróg Halgir Winther Poulsen, advokatur, samanum í Degi og Viku mánakvøldið: “Hetta er fullkomiliga hol í høvdið!”

Eingin flokkur er heldur intaktur í hesum málinum. Uttan Sjálvstýrisflokkurin, sum herfyri fór á val við lyftinum um IKKI at vera ein tunnilsflokkur. Og Javnaðarflokkurin er einasti flokkurin, sum hevur ásannað, at hann hevur ein trupulleika, um hann ikki er intaktur. So fæst at síggja, um formaðurin í Javnaðarflokkinum torir at gera tað, sum Jóannes Eidesgaard ongantíð tordi...

Alt málið er altso enn eitt dømi um, at Føroyar hava ikki flokkar í orðsins sanna týdningi. Vit hava lokalpolitikarar. Alliansurnar í tinginum hvíla ikki á landspolitiskum visjónum, men á lokalpolitiskum seráhugamálum.

<b>Tá Gerhard kann koyra til arbeiðis...</b>

Í áðurnevndu útvarpssending fór Johan Dahl kortini ikki so langt, sum ein kundi hugsað sær (hann indikeraði framvegis, at Sandoyartunnilin skal fremjast). Men hann nærkaðist í øllum førum einum spurningi, sum fáir politikarar hava sett fram alment seinastu tíðina: hava almennu Føroyar yvirhøvur ráð til at byggja Sandoyartunnilin – ein dundrandi undirskotsverkætlan fyri omanfyri eina milliard? Fer hendan íløgan at fáa fleiri fólk at velja Føroyar fram um onnur lond? Fara tey ungu og kvinnurnar at støðast, tá akførini rulla ígjøgnum holið, og Gerhard loksins kann koyra til arbeiðis í Havn? Eru tað ikki onnur og meiri átrokandi mál, sum høvdu verið til størri gagns fyri allar Føroyar, t.d. innanfyri útbúgving og aðrar vitalar vælferðartænastur? Johan Dahl nevndi sjálvur dreymin um eitt savnað universitetskampus á Debesartrøð. Kundi hendan astronomiska upphæddin ikki verið brúkt til at seta í verk fleiri av teimum 37 átøkunum í álitinum um fólkavøkstur og fráflyting, sum Erika Hayfield í vár legði fram vegna Vinnumálaráðið?

Eitt afturvendandi svar er, at ”vit skulu ikki seta tingini upp ímóti hvørjum øðrum”. Men hetta er ein vitleysur setningur. Politikkur snýr seg um raðfestingar. Um at velja og vraka. Og ein milliard til ein Sandoyartunnil er ein milliard minni til aðrar neyðugar íløgur.

<b>Útjaðarin vinnur – tjóðin tapir</b>

Fyri nøkrum árum síðani kjakaðist familjan Føroyar um, hvørt vit hava ráð til ein Sandoyartunnil ella ikki. Men nú eru bæði andstøða og samgonga samd um, at tað almenna skal fíggja ein Sandoyartunnil. Ósemjan snýr seg bara um, hvørt hann skal fíggjast við inntøkum frá øðrum tunlum ella ikki. Og fíggingarleisturin er tengdur at, hvør vinnur aktuella kríggið um Eysturoyartunnilin. Ein tunnil, sum sambært øllum útrokningum fer at bera seg fíggjarliga, og sum tí er minni “vandamikil” hjá tí almenna at átaka sær.

Um Føroyar vóru eitt land við blómandi fólkavøkstri og einum sterkum miðstaðarøki, sum stóð seg væl í náðileysu kappingini við útheimin, hevði støðan verið ein onnur. Men sum flest allir føroyingar eftirhondini eru tvangsfóðraðir við seinastu árini, eru Føroyar ikki eitt slíkt land. Fleiri ár á rað hevur fólkatalið verið fallandi, hóast burðaravlopið framvegis er eitt tað hægsta í Evropa. Hvørt ár flyta umleið 150 føroyingar av landinum, sum ongantíð koma heimaftur. Avleiðingin er, at tey eldru gerast fleiri, og tey yngru gerast færri. Alt ov nógvar kvinnur støðast heldur ikki. Alt í alt ein ónd, demografisk ringrás, sum spakuliga drenar landið fyri sosial, mentanarlig og búskaparlig virði.

Tí snýr tað seg ikki um at bjarga eini oyggj við gott 1200 fólkum. Tað snýr seg um at bjarga einum landi. Tí mugu Sandoyggin og onnur útjaðaraøki víkja, so leingi sum tað størra slagið ikki er vunnið. Og tað er slagið um tann vaksandi skaran av fólki, sum velur Føroyar frá, tí at miðstaðirnir kring okkum eru meiri attraktivir enn størru búplássini í Føroyum.

Eg skilji væl, at sandoyingar ynskja sær ein tunnil. Tað hevði eg allarhelst eisini gjørt, um eg búði á hesi vøkru oyggj og var Katrin Petersen, Sakaris Stórá ella Eli Hentze (uttan at hava kannað, hvat hesi góðu fólk annars meina). Men tað nyttar bara einki at bjarga einum øki, um tjóðin samstundis tapir.

<b>300 mió. til samferðslu í ár</b>

Tað margháttliga er, at landsstýrismaðurin í innlendismálum fleiri ferðir hevur brúkt stóru fráflytingina úr Føroyum sum grundgeving fyri, at Eysturoyartunnilin skal vera privatur, so tað almenna “bara” hevur Sandoyartunnilin at fíggja. Vit kunnu jú ikki spáa um ferðaflutningin í einum landi, hvørs íbúgvar rýma. Men um Kári og hini í samgonguni veruliga bera ótta fyri, at so fá fólk fara at búleikast á hesum kørgu klettum um 30 ár, áttu tey heldur at kropið úr tunnilsmyrkrinum og skift radikalt fokus.

Er tað óttin fyri atkvøðum, sum transenderar alt vit og skil? Er tað óttin fyri hysteriskum lokalpolitikarum, hvørs sjónarringur ikki røkkur út um teirra egna, politiska feitilendi?

Í 2013 brúka almennu Føroyar knappar 300 milliónir til innlendis samferðslu, um íløgur og rakstur hjá bæði Strandferðsluni og Landsverki verða løgd saman. Og sjálvsagt má eitt og hvørt funktionelt samfelag hava eitt vælvirkandi infrakervi. Men flyta vit hendan logikkin yvir á farleiðina út í heim, so ger man tað øvugta. Flogbreytin, sum bindur Føroyar og umheimin saman, verður skattað og tyngd við avgjøldum. Er hesin politikkurin mennandi fyri Føroyar?

<b>Um 30 ár...</b>

Vit hava brúk fyri politikarum, sum vilja vinna tað størra slagið. Men so leingi sum landið verður stýrt av politikarum, sum fyrst og fremst hugsa um egin, lokal áhugamál, fara Føroyar framhaldandi at tapa. So kann man vakna við kaldan dreym um 30 ár, tá framtíðarmyndin hjá Kára P. Højgaard er vorðin veruleiki, og eingir bilar eru at koyra ígjøgnum tunlarnar.

Og so eru vit loksins komin aftur til áðurnevnda spurningin hjá Bárði Nielsen í sjónvarpsstovuni týskvøldið. Men tímaglasið var runnið, og Bárður fekk ongantíð svar. Tað hava vit onnur heldur ikki fingið.

Heini í Skorini