Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu

2019-08-29 13:32

Forma ðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt ídnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin metir, er ein munandi betri loysn enn at tyrva grótið” stendur at lesa í málinum. Eisini stendur at lesa, at á borgarafundinum á Velbasta ð 20. mars 2019 var ein stórur meiriluti fyri at gera ídnaðarøki. Náttú rufri ðingarnevndin og Umhvørvisstovan hava eisini sagt gott fyri ídnaðarøkinum.

Í býráðnum hava 3 nevndir einmælt tikið undir við, at kommunan skal rinda 28 milliónir fyri ídnaðarøkið, tó við teirri treyt, at Tunnilsfelagið skal planera stykkið. Eitt arbeiði, ið kostar hasar 1,5 - 2 milliónirnar er altso tað, sum skilir partarnar.

Ein l ítil krú lla, so er m álið loyst, fá a vit í andst øðuni at vita.

Tað næsta vit so hoyra er, at nú skal grótið tyrvast uppi yvir Velbastað ??

Vit í minnilutanum royndu at hála í neyðbremsuna á býráð sfundi 20.juni 2019 vi ð at krevja málið aftur í nevnd. Meirilutin atkvøddi tó ímó ti.

Sum ta allar seinastu royndina at finna eina loysn, royndi Landsstýrismaðurin í samferðslumálum Heðin Mortensen at kalla Eystur- og Sandoyartunlar og Tórshavnar kommunu til fundar 6. august. Borgarstjórin gav tó avboð .

Tað, sum gruggar málið er, at ístaðin fyri eitt ídnaðarøkið við stórum vakstrarmøguleikum fyri aling á landi, havferðavinnu, orku á havi o.a. í framtíðini, og sum “øll” eru samd um, hevur samgongan í Tórshavnar Kommunu nú gjørt av, at bara eitt festi skal fáa fíggjarligan ágóða av teirri ovurhonds stóru nøgd av gróti, sum fer at koma úr Sandoyartunnlinum.

Bóndin fær nevnliga 80.000kr fyri mist bit í minst tvey ár og 1,65 milliónir á festikontoina umvegis Búnaðarstovuna. Eisini hevur Búnaðarstovan sett óvanliga høg krøv til tyrvingina, har grót og mold skal blandast, soleiðis at lendið skal latast aftur sum klassa A sláttijørð, eisini hóast partar av lendinum ikki vóru háttað solei ðis áðrenn. Hettar kostar Tunnilsfelagnum 5 milliónir eyka.

Sostatt fær eitt festi á Velbasta ð ein f íggjarligan ágóða í rei ðum peningi og í virði á fleiri milliónir.

Hvussu kann eitt mál taka so krappa og skilaleysa vend, frá at ver a ein skilagóð langtíðaríløga øllum borgarum at gagni til einans at koma einum borgara til gagns? Hví setur Búnaðarstovan serliga høg krøv í hesum førinum?

Er gegnið í lagi?

Í innlitið frá Samferðslumálaráðnum verður spurnartekin sett við gegnið. Búnaðarstovan og festibóndin eru í tætta familju umvegis høgtstandandi politikara í býráðnum, sum eisini er forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini. Sostatt er festarin svágur stjóran í Búnaðarstovuni. At tað eru so tøtt sambond í skilaleysum avgerðum, fær meg at ressast við, tí málið á ongan hátt verður loyst við skili.

Sigast skal, at konan/systurin hevur ikki luttikið á fundum, har málið hevur verið frammi, men fakta er, at ein breið semja um eitt virðismikið ídnaðarøki onkursvegna, varð broytt til eina avgerð, sum einans kemur heilt fáum til góðar, og tað er tað, vit í andst øðuni og nógv við okkum standa spyrjandi um!

35.000 m2 av vinnuøki í Gomlurætt gleppur okkum av hendi

Vinnan og vit borgarar kundu fingið í minsta lagið 35.000m2 av íðnaðar- og vinnustykkjum, sum liggja til streymasjógv við óendaligum nógvum inntøkumøguleikum í framtíðini, og sum her og nú, loysa ein stóran tørv - tí vinnan skríggjar eftir vinnustykkjum.

Eisini Landsverk hevur ligið framvið at fáa grótið, ið hevur eitt virði á einar 70 mió. kr. í eina grótgoymslu at byggja vegir o.líkn. við. Tað hevur eisini verið nevnt, at nógv umrødda bakkaverjan í Kirkjubø kundi verið ein m øguleiki at gagnný tt gr ótið til eina win-win st øðu.

Búnað arstovan hevur í miðlunum sagt , at grótið fer ikki til spillis, tí góð slátturjørð fæst burturúr til einar 15-20 mjólkikýr. Tað kunnu ikki verða vakstarmøguleikarnir í sjálvari slátturjørð ini, i ð liggja til grund fyri avgerð ini, t í dyrkilendi reint fíggjarliga genererar negativan pening, tí landbúnaðurin verður stuðlaður. Orsøkin má liggja aðrastað ni?

Henda ætlanin má steðgast

Royni nú enn einafer ð at tala at, at Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn í Tórshavnar Kommunu taka tílíkar avgerð ir, sum so t ýðiliga hvørki eru fíggjarliga skilagóðar, umhvørvisliga góðar og bert dryppa egnan veg, og sum beinleiðis beina fyri møguleikanum at fáa grót til sjáldsamt havídnaðarøki, sum annars hevði kostað kommununi fleiri 100 tals millónir at farið undir sjálv.

Hví restin av meirilutanum tekur undir við hesi skilaleysu avgerð, standi eg enn meira spyrjandi yvir. Hvat munna Annika, Bogi og hini fáa burturú r?

Politikkur má snúgva seg um meira enn at raka til sín sjálvs.

Her hava vit borgarar, vinnan og okkara eftirkomarar so dyggiliga mist á stokkinum.

Sum einasta seinastu roynd at fáa partarnar at koma aftur til borðið og finna hasa 1,5 milliónirnar sum skilir partarnar, fari eg at biða um at fáa málið aftur í vinnunevndina.

Bjørg Dam

Valevnið Javnaðarfloksins & Býráðslimur í Tórshavnar kommunu og limur í vinnunevndini.


https://kvf.fo/greinar/2018/03/22/radarin-tunnilsgrot-og-pensjonsnyskipan

http://kvf.fo/greinar/2019/08/12/grot-ur-undirsjovartunli-verdur-til-bo

https://bjorgdam.blogspot.com/2019/08/skandala-at-tunnilsgroti-endar-i-haganum.html

https://www.in.fo/news-detail/news/hetta-er-als-ikki-at-lata-grotid-fara-fyri-skeyti/

https://kvf.fo/netvarp/sv/2018/12/20/20181220grotidaglyvursnestilflogvoll

https://kvf.fo/greinar/2019/05/22/einki-vinnuoki-gomlu-raett-kortin