Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tunnilsgjald

2021-01-05 18:31

Ein viðmerking til Jaspur Langgaard (JL).

27. og 30. desember hevur JL tvær greinar, har hann finnist at prísinum fyri at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

Nógv eru óiva samd við honum í tí.

Sambært stjóranum í tunnilsfelagnum er prísurin so høgur, lutvíst tí at Eysturoyartunnilin skal fíggja ein part av Sandoyartunnlium.

So kann ein undrast á, hví tey sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin og bara tey, skulu gjalda hendan samfelagspartin.

Er tað ikki bæði ein tilvildarlig og órímilig skattlegging av nøkrum borgarum?

Spurningurin er so, hvussu hesin parturin skal gjaldast rættvísari og uttan at tað nervar tey tungu samfelagsmálini so sum skúla- og heilsumál.

Ein loysn kann vera, at leggja eitt serligt Sandoyartunnilsgjald oman á vegskattin og brennievni til bilar. Tað verður so tikið burtur aftur, tá tunnilin er nakað niðurgoldin.

Hetta er eitt eykagjald fyri øll sum hava bil og er bæði rættvísari og bíligari fyri tann einstaka.

Málið er politiskt og tað eru landsstýri og løgting sum mugu loysa tað. Tí er tað gott, at tað verður tikið upp nú.

Manningin í tunnilsfelagnum hevur á ongan hátt dumpað. Tvørturímóti eru avleiðingar av teimum politisku boðunum lýstar bæði væl og virðiliga.

Carl-Jóhan L. Danielsen