Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
M.A. lesandi í vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins. Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini, tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.10 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi og royndir haðani.

Tunnil úr Gøtudali til Skálafjørðin og vegur um Skálabotn

1. Hvør er støðan í málinum um veg um Skálabotn og nær kann verkætlanin væntast at verða gjørd?

2. Hvør er støðan í málinum um tunnil millum Gøtu og Skálafjørðin og nær kann verkætlanin væntast at verða gjørd?

3. Eru ætlanir um at gera eina dagførda heildarætlan fyri Samferðslukervið Føroyum?

Føroyar hava sum sum oyggjasamfelag sæð fyrimunin í at gera stórar íløgur í samferðslu so sum í vegir, tunlar, havnir, byrgingar v.m. og harav fylgir ein altíð nærverandi tørvur og eitt kjak um at bøta um verandi farleiðir og tillaga tær. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur verið sera virkin, siðani hann tók við sessinum og hevur ikki bert fylgt stóru tunnilssemjuni upp um Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil, men hevur tíbetur eisini varpað ljós á og sett ferð á at loysa trupulleikar við elstu tunlunum í landinum, men ikki minst aftur tikið smærri tunlar til Dals, Gjáar, Tjørnuvíkar og Fámjins fram aftur í ljósið.

Í heildarætlanini fyri samferðslukervið í Føroyum, SAMFERÐSLUÆTLAN 2008-2020, sum fevn ir um hesar fýra høvuðstættirnar : íløgur, viðlíkahald, umvæling vegna vantandi viðlíkahald og ymisk ferðslu- og trygdartiltøk, verða í 2.parti “Heildarætlan” m.a hesar raðfestingar nevndar:

Skipan av pendlarum, menning av felagsferðsluni og staðfesting av ferðsluknútapunktum, at økja framkomuleika og trygd, at byggja rundkoyringar og krúpispor, at gera íløgur í nýggjar vegir, tunlar, havnir og ferjur. Undir punktinum útbýgging av vegakervinum (2.1 s.24) verða Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin nevndir sum aktuellar útbýggingar á høvuðsfarleiðunum í landinum. Og vit kunnu fegnast um breiðu politisku semjuna um hesar tunnilsverkætlanir og at gongdin tykist vera góð teimum viðvíkjandi. Síðani verða tærav hesum avleiddu verkætlanirnar lýstar:

“Avleiddar verkætlanir av hesum útbyggingunum eru:vegakervið á vestara armi á Skálafjørðinum (er um at vera liðugt), vegur um Skálabotn, tunnil millum Gøtudal/Kambsdal og Skálafjørðin “. Og lagt verður afturat, at “Hesar útbyggingar høvdu verið aktuellar, hóast Eysturoyartunnilin ikki var gjørdur, men tær eru enn meira umráðandi í sambandi við hendan.”

Til hetta seinasta kann nevnast, at á s.12 í Samferðsluætlaniverður Gøtueiði lýst sum eitt dømi (mynd 7), har nógv størsti parturin av strekkinum er longdarhallið omanfyri tær 70 prommilu, sum er hægst tilrádda mark (mynd 6), og at stórur partur liggur millum 90 – 110 promillu.

Somuleiðis kann førast fram, at vegamótið við Skálabotn er eitt av teimum, har stórur tørvur er á at bøta um ferðslutrygdina við rundkoyring og at farleiðin til Eysturoyartunnilin á vestara armi á Skálafjørðinum er so mikið væl liðug, at vegurin um Skálabotn saman við tunli úr Gøtudali kemur at leggja nógv afturat stóru íløguni í Eysturoyartunnilin, tá um framkomuleika, nyttuvirði, ferðslutrygd og onnur týdningarmikil atlit ræður.

Um hugt verður í “Skrá yvir landsvegir 2007”, so sæst, at hetta yvirlit eins og samferðsluætlanir kundu trongt til at verið dagførd.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

Á løgtingi 9.februar

Hanna Jensen

Framsókn