Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tú skilir ikki pensjónina, fyrr enn tú bítir í hana

2019-08-05 13:29

Ein av orsøkunum til at eg havi stillað upp sum valevni fyri Javnaðarflokkin er, at eg meini at tað enn er brúk fyri fleiri broytingum í pensjónsviðurskiftunum. Lukkutíð hevur Javnaðarflokkurin ætlanir um broytingar, sum eg taki fult undir við:

Skattaminking til pensjonistar og láglønt

"Vit skulu hava eitt javnt samfelag, har allir lønarbólkar hava møguleika at liva og virka.

Pensjonistar, sum arbeiða, skulu hava ein arbeiðsfrádrátt, viðbótin skal hækka, og láglønt skulu hava eina enn størri skattaminking.

Allir lønarbólkar skulu kunna liva og virka í Føroyum. Bæði tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, og tey, sum av ymsum orsøkum ikki hava møguleika at vera tað.

Saman við samgonguflokkunum hevur Javnaðarflokkurin framt fleiri átøk, sum hava gjørt tað munandi lættari hjá lágløntum í Føroyum, men enn eru vit ikki komin á mál. Tað eru tíverri fólk í okkara ríka landi, sum ikki fáa endarnar at røkka saman.

Í Javnaðarflokkinum halda vit, at vit eiga at rinda til felagskassan eftir førimuni. Hálønt eiga at rinda mest og láglønt minst. Í løtuni meta vit, at láglønt rinda ov nógv í skatti í mun til kostnaðarstøðið í landinum. Tí vilja vit enn eina ferð geva lágløntum (við eini arbeiðsmannainntøku) eina skattaminking á 8000 krónur árliga.

Og tí vilja vit veita ein arbeiðsfrádrátt á 30.000 krónur til pensjonistar, sum verða mótroknaðir ov hart undir verandi skipan. Hetta eru serliga tey, sum hava eina inntøku millum 60.000 og 130.000 krónur um árið við síðuna av fólkapensjón og Samhaldsfasta. Og fyri at minka um gjónna millum tey, ið bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, og tey, ið hava eginuppsparing, vilja vit hækka viðbótina við 800 krónum.

Ja til Javnaðarflokkin er ja til skattaminking fyri tey, sum hava minst.

Magni E. Dalsgaard, løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin