Eg eiti Hervør Pálsdóttir, eg eri 24 ára gomul og tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Eg brenni fyri teimum grønu, samhaldsfestu og frælsu Føroyum.

Tú situr við valdinum, Jaspur

2020-05-29 09:31

Í lesarabrævi í gjár hevði Jaspur Langgard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, eitt aftursvar til eitt lesarabræv hjá mær um uppskotið um at áseta myndugleikaábyrgd av heimleysum.

Jaspur Langaard leggur meg undir at lúgva, sigur, at eg veit lítið um málið, og at eg heldur skal brúka orku uppá at hækka játtanirnar til sjálvbodnu felagsskapirnar, m.a. Bláa Kross, Frelsunarherin, Herbergið og Heilbrigdi, enn at arbeiða fyri at fáa ásett, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum.

Hesir sjálvbodnu felagsskapir gera eitt megnar arbeiði. Tað havi eg víst á bæði til viðgerðirnar í tinginum og til nevndarfundirnar. Undanfarna samgonga økti eisini játtanirnar munandi til hetta økið. Eingin ivi er um, at arbeiðið, ið hesir felagsskapir gera, hevur jaliga ávirkan á okkara samfelag og á teir borgarar, ið detta niðurímillum. Men at áseta, hvør hevur almennu ábyrgdina av heimleysum, útilokar ikki, at játtanirnar til sjálvbodnu felagsskapirnir eisini skulu hækkast.

Men tá Jaspur Langgard sigur, at bústaðarneyðin ikki skal blandast upp í málið, so útilokar hann fleiri borgarar, ið ikki megna at fáa tak yvir høvdið. Málið um heimleys er nógv breiðari enn Jaspur leggur upp til. Fólk fáa ikki lán at keypa ella byggja hús, finna einki at búgva í, ella megna ikki at gjalda dýra leigukostnaðin. Hetta er ein ótolandi støða, ið ofta endar við, at familjur flyta av landinum, tí tey ikki fáa tak yvir høvdið í Føroyum. Fleiri innsløg hava verið í Degi og viku, har persónar greiða frá, at tey eru heimleys, og hvussu trupul støðan hjá teimum er. Vit hava sæð innslag um støðuna á B6 á Landssjúkrahúsinum, har borgarar hava ligið innlagdir í upp til eitt ár, hóast frískir, tí teir ongastaðni hava at fara, og úr Herberginum, har seingjarpláss mangla.

Bústaðarneyðin er ein stórur trupulleiki fyri heimloysi í breiðu merkingini. At loysa bústaðarneyðina er sjálvsagt eisini fyribyrgjandi arbeiði í mun til heimloysi. Vit hava tørv á góðum bústaðarpolitikki og strukturi, ið eru fjøltáttaðir og atkomiligir, og sum hava borgaran í fokus. Vit hava eina felags ábyrgd at lofta teimum, ið hava tørv á hjálp. Tí haldi eg, tað hevur týdning at fáa staðfest, hvør myndugleiki hevur yvirskipaðu ábyrgdina av heimleysum.

Men Jaspur Langgard, tú situr í samgongu og við valdinum. Eg havi verið uppskotssetari til uppskot um geva Bústøðum størri heimildir at byggja bústaðir uttan fyri størru býirnir og um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum. Tjóðveldi hevur eisini havt eitt uppskot um at geva heimild til at útvega lánsbrøv til at byggja fleiri bústaðir og til at útvega lutaíbúðir. Men samgongan hevur felt øll hesi uppskotini, eins og hon fellir næstan øll andsstøðuuppskot.

Tað er barasta alt ov bíligt at leggja eftir mær um at arbeiða fyri onkrum, heldur enn øðrum, tá Jaspur Langgaard sjálvur situr við valdinum og beinleiðis kann hava ávirkan á førda politikkin hjá samgonguni. Men lat ongan iva vera um, at í Tjóðveldi eru vit klár at samstarva, so at eitt samt løgting kann skapa ein breiðan bústaðarpolitikk við borgaranum í fokusi.

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi