Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Tú hevði ikki egnað teg sum tollari Steffan

2021-12-23 12:33

Í lesarabrævið frá 22. Desember, kemur Steffan Klein Poulsen, løgtingslimur, við ymiskum uppáhaldum, viðvíkjandi málinum um sammøður.

Steffan Klein Poulsen vil vera við, at máli er pakka inn í dekan og fari nógv gávupappír. Eitt lag er burturúr kærleikspappíri, eitt burtur úr grundleggjandi rættinda pappíri og tað síðsta burtur úr javnstøðu pappíri.

Sjálv gávan, leggur Steffan Klein Poulsen upp til, er órættindi hjá børnum at kenna til sítt upphav. Og tað er her løgtingslimurin hevði fingið forboð at siti við X-Ray skannarin.

Hví?

Tí at eingi slík rættindi vera tikin frá nøkrum barnið við hesum lógarbroytingunum.

Heilt ítøkiliga, so hava hesar lógarbroytingarnar eittans endamál, og tað er bert at tryggja at sammøður, ið nú løgfrøðiliga eru viðurkendar at vera ein kvinnuligur maki hjá aðrari kvinnu og ikki barnberandi foreldur at barnið ið er føtt umvegis eftirgjørdum gitnaði, somu rættindi sum pápar.

Tað er tað. Heilt einkult! Ísáðing hjá samkyndum foreldrum og hinskyndum foreldrum fyrigongur uppá akkurát sama máta. Munurin er, at samkyndar familjur skulu aloftast gjalda fullan prís fyri at fáa eitt barn, sum tær veruliga vilja hava.

Steffan Klein Poulsen hevur sjálvur pakka sítt lesarabræv inn í øgiliga fínt pappír.

Hann villeiðir tann óvitandi veljaran við sínum glitrandi gávupappíri, við at siga at børn missa rættin til at kenna til sítt upphav í samkyndum familjum. Men gávan hann hevur pakka inn, er ein beinleiðis lygn.

Hví?

Tí at øll børn, ið eru gitin við slíkari ísáðing, kunnu missa tann rættin, tí at tað eru foreldrini sjálvi, hinskynd ella samkynd, ið velja opnan ella duldan donor.

Broytingin í barsilslógini, og fylgjandi lógum, sammetir bert sammøður við pápar.

Eg haldi at Steffan Klein Poulsen heldur skal seta børn, ið ikki hava nakað foreldur, í miðdepilin, heldur enn at skamma familjur, ið veruliga ynskja sær børn.

Annika Samuelsen