Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tryggingin hjá Føroya Arbeiðarafelag - Rán á alljósum degi

Innlegg mítt tann 20 des. í Portal.fo og í Sosialinum eftir nýggjár bleiv ikki svarða soleiðis sum eg hevði vænta.

Tað er tryggingin hjá Føroya Arbeiðarafelag (FA) av arbeiðsfólki sum eg vildi hava avklára tí eg eri sera kritiskur til tess.

Fyrst so er tað tryggingarprísurin sum arbeiðarar í Føroyum skulu gjalda samanborið við arbeiðsfelagar í Danmark. Í báum førum er tað tryggingarfelagið ALKA sum er útbjóðari.

Harnæst so kalli eg hesa tryggingina fyri eitt rán. Tað vil eg so undirbyggja.

Hvat kostar tryggingin í Føroyum ?
Hevur tú 40 tíma arbeiðsviku til minstuløn kr. 125,69 so er ársgjaldi fyri at verða tryggjaður kr. 3.921,-

Her skal so innroknast skattur sum er settur til 33% og sum gevur ein bruttokostnað uppá kr. 5.215,-. Hettar er tað sum tryggingin kostar fyri tann einkulta limin.

Er tímalønin kr. 150,- sum fleiri virkir í dag gjalda so er bruttokostnaðurin fyri tryggingina (íroknað skatt) kr. 6.224,- árliga.

Íðin arbeiðsfólk sum forvinna eitt ár kr. 400.000,- skulu gjalda tilsvarðandi meira (íroknað skatt) kr. 7.980,-.

Og tað er hvørt ár tú skal av við hesa upphædd.

Hvat gjalda danskir arbeiðarar sum eru limir í bróðirfelagnum 3F?

Mánaðargjaldið í Danmark (DK) er kr. 40,- og gevur eitt ársgjald uppá kr. 480,-

Íroknað skatt uppá 33% so gevur tað ein bruttokostnað uppá kr. 638,- pr. ár.

Danskir arbeiðarar gjalda tað sama óansæð hvat ársinntøkan er.

Tað vil siga at tryggingarkostnaðurin fyri ein arbeiðara í Føroyum er í minsta lagi kr. 4.577,- meira enn í DK. Ella fyri eina inntøku í Føroyum uppá kr. 400.000,- so er tryggingin kr. 7.342,- dýrari enn í DK.

Eg meini tí at FA hevur skyldu til at leggja fram hvat tað er fyri ein avtala sum tey hava spent arbeiðsfólk fyri. Hettar er ikki eitt innanfelagsmál. Tí tey sum verða trekt fyri gjaldið eru uttanfelagsfólk líkasum felagsfólk.

Rán, hægst á degi
FA rænir arbeiðarar í Føroyum.

Tryggingargjaldið til FA er obligatoriskt. Ella tvungið. Tú verður ikki spurdur um tú er limur í felagnum ella um tú hevur áhuga í hesi trygging. Tað verður bara trekt av hjá arbeiðsgevara og flutt yvir til FA. Liðugt við tí. Hettar er nakað undarligt nakað. Og hettar er líkaso mistonkiligt sum tað er undarligt.

Vit hava eitt rættarsamfelag við privatum ognarrætti. Ongin kann leggja hond á tína ogn uttan við eini ekspropiatión ella við eini dómarakenning. Og tá skal tú hava eitt rímuligt varskóð og møguliga at gerða innsigilsi. Og tú hevur eina rímuligt kærufreist.

Men her kann FA uttan samtykki fara inn og taka ogn tína. Uttan at spyrja. Uttan at hava góðkenning. Uttan at tú er limur og hevur bundið teg til nakað sum helst. Og tú sum verður rændur ánar ikki hvat pengarnir fara til. Hettar er rein bananrepublikk. Hettar hevur onki við eitt rættarsamfelag at gerða.

Donsku fakfeløgini halda seg til rættarskipanina. Bæði 3F og Det Faglige Hus hava tryggingina sum eitt gott tilboð til limir sínar. Og tú skal sum limur sjálvur biðja um at limast inn og sjálvur syrgja fyri at yvirhalda treytirnar, sosum at gjalda hvønn mánaða. Hettar eru góð tilboð sum seta virðing av arbeiðsfólki í hásæti. Føroya Arbeiðarafelag er so langt frá hesum at tað er ræðandi. Hettar er tað ein kallar rán á góðum føroyskum og tað hendur hægst á degi.

Rune Nolsøe