Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Trygging til limir í FA

Í faldara frá Føroya Arbeiðarafelag (FA) sum bleiv sent út í húsini næstseinastu viku stóð nakað um trygging av limun felagsins.

FA skrivar at limir skulu gjalda 1,5% av bruttoinntøkuni fyri at verða í hesi trygging.

Tað er skjótt at roknað út eitt ársgjald um vit takað støðið í eini 40 tíma viku til vanliga tímaløn. Her er ikki innroknað yvirtíð, bonus, anciennitet ella aðrar ágóðar sum náttúrliga nokk viðføra ein tilsvarðandi hægri kostnað fyri tann einkulta limin.

Eg havi so sjekka hvat fakfelagslimir í Danmark, sum vit altíð sammeta okkum við, gjalda til síni fakfeløg.

FA :
Tímaløn í kr. 125,69
Vikutímatal : 40
Vikur pr. ár : 52
% gjald 1,5
Gjald pr. ár í kr.:   3.921,53

Síggja vit hvussu donsku fakfeløgini bjóða út trygging so eru gjøldini fylgjandi,

3F
Mánaðargjald í kr.:     41,50
Mánaðar pr. ár : 12
Gjald pr.ár í kr.: 498,-

Det Faglige Hus :
Mánaðargjald í kr.:        30,-
Mánaðar pr. ár : 12
Gjald pr.ár í kr.: 360

Hettar gevur ein mun uppá kr. 3.492,53. Hettar roknað uppá eitt meðaltal.

Verða ágóðar sosum hægri tímasatsur, yvirtíð v.m. innrokna so verður tryggingargjaldið tilsvarðandi hægri, og kann lættliga koma uppá bæði kr. 5.000,- og kr.6.000,- pr. ár.

Tað er ringt at skilja hví føroyskir arbeiðarar skulu gjalda so nógv meira enn danskir arbeiðarar fyri at verða í eini trygging.

FA skyldar at útgreina hví tað er so dýrt at tryggja føroyskar arbeiðarar

Mvh.
Rune Nolsøe
380 Sørvágur