Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Tryggar og skilagóðar karmar um fiskivinnuna

2019-08-18 12:41
Fiskivinnupolitikkur - 

Tryggar karmar um fiskivinnuna merkir ikki minst, at skipaeigarar í stórst møguligan mun vita, hvat teir hava at fyrihalda seg til, tá íløga skal gerast í skip, herímillum íløgur í menning av fiskihátti og skipum og vørum umframt marknaðarføring. Tryggir karmar minka um váðan fyri íløguni og geva eisini besta útgangsstøðið fyri fyritaksemi og at fáa sum mest burturúr tilfeinginum úr sjónum.

Eg haldi ikki, at loyvisuppoðssølan er rætti vegurin fram og hesin háttur er heldur ikki besta útgangsstøðið, tá ætlanir skulu leggjast fyri íløgur og fiskiskap, og er heldur tað øvugta av tryggum karmum um fiskivinnuna.

Eg haldi, at tað er skilagott fyri bæði land og vinnu, at har landið kann uppsiga loyvi við eini freist, ið minnir um hana, sum er galdandi fyri alivinnuna, nevniliga 12 ár.

Menningarkvoturnar hava fingið sera nógv uppmerksemi og fleiri og fleiri undrast meira og meira yvir, hvussu hesar menningarkvotur verða útlutaðar og skilja ikki heilt grundgevingarnar fyri útlutanini. Skal menning veruliga verða úrslitið av hesum sokallaðu menningarkvotum, so má annar leistur gerast og øll øki í landinum skulu hava sama møguleika at fáa tillutaða menningarkvotu.

Eg vil gera mína ávirkan galdandi!

Frimodt Rasmussen

valevni Sambandsfloksins í Norðoyggjum

RN