Trygd & Trivni!

2012-10-29 23:32

Trygd & Trivni

Tá ið man stillar upp, má man eisini hava okkurt upp á hjarta, og tað havi eg eisini. Men tað er umráðandi fyri meg at byrja rætta stað, við at spyrja:

-   Hvat hevur fólkið í Tórshavnar Kommunu brúk fyri?

Svarið er heilt grundleggjandi, trygd & trivni! Trygd til at yvirliva og trivna til at liva....og helst liva væl! Vit sum stilla upp, skulu syrgja fyri, at veita trygd & trivna til borgaran, sosialt, mentanarligt og fíggjarligt!

Vit skulu vera við til at tryggja borgaran móti sosialari útihýsan, niðurgerð og ósømiligum korum!

Vit skulu vera við til at tryggja móti órímiligum eykaútreiðslum og fíggjarkrøvum!

Vit skulu verða trygd fyri fjølbroyttum og spennandi tilboðum, innanfyri list, ítrótt, felags- & trúðarlív.

Vit skulu virka fyri einum reinum og vøkrum umhvørvi, náttúrligt ella menniskjaskapt!

Vit skulu syrgja fyri at, veita barnagarðar, skúlar – herundur musikkskúla, kvøldskúla v.m., ellisheim, bókasavn, ítróttahallir, -vallir & -hyljar, spælistað, leikhús, frítíðarskúli til 3 & 4 flokk og verustøð o.s.fr.

Vit skulu tryggja at hesi økir og bygningar verða riknir á einum fíggjarligum forsvarligum støði! At hetta verður mannað & rikið av fólkið sum fakliga makta hetta!

Borgarnir í Tórshavnar kommunu skulu hava eitt trygt støði at byggja teirra lív upp á! Vit skulu tryggja teir forútsettningar, sum fólk gera síni lívsval út frá, halda við afturvirkandi kraft!

Hetta við tryggleika er heilt grunnleggjandi fyri okkum øll. Tá ið vit føla okkum trygg, kunnu vit betur brúka tíð og orku upp á tey góðu tingini í lívinum. Tað sum gevur okkum øllum trivna, gleði og felagskap!

Vevjandi og óítøkiligt! Veruligar raðfestingar skulu til. Eg fari at greiða gjøllari frá míni støðu og meining um vinnuna, listina, ítróttin, fólkaskúlan, barnamenning, ansing, eldraøki, hægri lesna, umhvørvi, íbúðarviðurskiftir, orkuviðurskiftir, barnafrádrag og mangt annað komandi dagarnar, fram til valið!

Sámal Ímundarsson, valevni Tjóðveldis