Trupult at taka Kringvarpið seriøst
2018-05-30 02:18
Í 5-6 mánaðir hava kommunustýrislimir í Suðuroynni saman brúkt nógva tíð og orku uppá at greina og lýsa støðuna í Suðuroynni, og harnæst arbeitt við menningarátøkum, sum skulu ávirkað gongdina í Suðuroynni, skulu skapa menning og framburð.
Fyri okkum í
Suðuroynni er støðan á ongan hátt undirhald ella stuttlig.
Arbeiðsloysið og
manglandi fíggjarligt tilverugrundarlag kroystur framvegis fólk at flyta úr
Suðuroynni - eisini í 2018. Hetta samstundis sum Landið alt er í einum søguliga
stórum búskaparligum vakstrarrúsið! -Ja, hetta er uttan iva sera trupult at
skilja uttanfyri Suðuroynna !
Áratíggjur við
minkandi fólkatali hevur alsamt størri ávirkan á Suðuroynna. Ávirkan á m.a. dagstovnaøkinum
og á fólkaskúlar, sum minkað í hvørjum. Ávirkan á ítróttar- og frítíðarlív –
sum eru so kroyst, at tað hvørt ár er ein kampur fyri at yvirlivað, ein kampur fyri
at yvirhøvur at manna lið!
Manglandi støðugt
arbeiði førir við sær lítlar og ongar inntøkur hjá fólki og eisini vinnulív og
kommunur eru ávirkaðar. Hetta er partur av gerandisdegnum og veruleikanum í
Suðuroynni.
-Ein veruleiki,
sum kommunurnar hava tikið upp til viðgerðar í einari ásannan av, at tað er
alneyðugt at taka støðuna í allar størsta álvara. Kommunurnar hava skrivað álit
um støðuna og gjørt tilmælið um átøk, sum skulu skapa menning og framburð.
Nú almenna
Kringvarpið í høvuðstíðindasendingini í sjónvarpinum, Dagur & Vika, skuldi
taka upp álitið Suðuroyggin og framtíðin
– menningarátøk 2018, so var tónin longu lagdur, tá satiru ólavsøku-lagið
hjá Pipar & Salt “...Suðuroy tú mundi doyð.” byrjaði innslagið.
Vit vóru fleiri
sum sóu fram til at Kringvarpið fór undir eina seriøsa tilgongd til evnið, har grundarlagið
var seriøsur journalistikkur og ein seriøs viðgerð av álitinum og av
tilmælunum, sum eru í álitinum. -Eina viðgerð av hvørja ávirkan tilmælini kunnu
hava og hvørjir møguleikar eru fyri at skapa menning við slíkum átøkum.
-Ja, møguleikarnar
fyri spennandi, upplýsandi og greinandi vinklum eru og vóru nógvir...!
Men vinkulin hjá
almenna Kringvarpinum var látursgerð, meðan Pipar & Salt spældi undir – við
krúlluni, hví kommunurnar í Suðuroynni ikki leggja saman.
Dagur & Vika
fekk sítt 4 minutturs innslag – “...og nú eru tey so glað”, sum Pipar & Salt
sungu at enda í innslagnum.
Eftir stendur, at
hjá okkum í Suðuroynni er tað er sera trupult at taka Kringvarp Føroya seriøst!
Dennis Holm