Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Trupulleikin við larmandi skipum skal loysast

Øll skip, sum vitja havnir í Tórshavnar kommunu, skulu taka streym úr landi bæði fyri at minka útlátið og steðga larmi frá motorum. Hóast hetta er ein stór uppgáva, so eiga vit miðvíst at loysa henda trupulleika komandi árini

Motorarnir umborð á skipum, sum liggja við bryggju, eru bæði ein spurningur um larm og dálking. Tí eigur Tórshavnar kommuna - saman við SEV og øðrum viðkomandi pørtum - skjótast gjørligt at taka stig til at loysa trupulleikan.

Málið eigur at vera, at í framtíðini skulu øll skip, sum leggja at í havnum í høvuðsstaðnum, taka streym úr landi, og ljósmotorarnir verða sløktir.

Flestu klagurnar um larm frá skipum koma av Signabø, og ofta er talan um einstøk skip. T.d. stór skip, sum uppskipa ella lasta fisk frá frystigoymsluni í Kollafirði. Nógv orka krevst til hetta arbeiðið, og motorarnir bæði larma og dálka.

Tá talan er um skip, ið liggja til umvælingar, krevst ikki so nógvur streymur, og tá er nóg mikið, at ein kaðal verður lagdur umborð.

Ein annar trupulleiki er so, at summi skip, sum t.d. koma inn við frystilast, eru ikki útgjørd til at taka ímóti streymi úr landi, og tí noyðast tey at hava motorarnar gangandi. Hetta er m.a. staðfest í eini kanning frá 2009.

Um vit skulu røkka málinum, er neyðugt at kanna skipini nærri fyri at fáa eitt yvirlit yvir trupulleikan, eins og tað er neyðugt, at havnirnar kunnu veita skipum bæði háspenning og lágspenning eftir tørvi, um Tórshavnar kommuna skal kunna veita vitjandi skipunum eina nøktandi tænastu.

Háspenningur verður við einum kaðli førdur umborð á skip, sum hava ein transformara, ið broytir streymin til tann streym, ið skipið skal brúka. Hetta verður brúkt til størri skip, sum sigla í fastari rutu og altíð liggja á sama stað – t.d. ferjur og bingjuskip.

Í øðrum førum verður lágspenningur førdur umborð á skip og bundin beinleiðis í netið hjá skipunum. Tá talan er um skip, sum krevja nógva orku, skulu fleiri rættiliga tjúkkir kaðlar dragast umborð.

Um vit skulu steðga larminum og minka dálkingina frá skipunum í Kollafirði, so mugu vit fáa eina streymskipan upp at standa, sum hóskar til nógv ymisk skip.

Umframt at vit vilja steðga larminum, so er hetta málið ein sjálvsagdur liður í Grønu kósini hjá SEV og landsstýrinum um at gera Føroyar 100 prosent grønar á landi í 2030. Úti heimi verður eisiini arbeitt við hesum viðurskiftum, og eitt nú í Noreg ber til at søkja ein grunn um stuðul til slíka umlegging. í Føroyum krevur henda umleggingin, at tætt samstarv er millum SEV, havnirnar og skipini.

Eg seti hetta málið á dagsskrá í býráðnum, og sum formaður í vinnunevndini, vil eg arbeiða hart fyri einari verkætlan, sum bæði beinir fyri larmi frá skipum og ger høvuðsstaðin grønari.

Bogi Andreasen, Form. Vinnunevndini

Tórshavnar Kommunu