Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Trivnaður fyri øll - bæði borgaran og vinnuna

2020-11-08 17:29

Spennandi framsýningar, fyrilestrar, mentanarnátt, bókaframløgur, tónleikur, upplestur; ein spíri, ið skal veksa og vekja okra forvitni, gera okum tilvitaði og skapa trivnað. Tí søgurnar verða gloymdar, um okur ikki kunnu tosa, mála, skriva, yrkja og syngja um okra bygd, fólk og brøgd.

Í valskránni hjá Lista B í Vági, verður nevnt, at søvnini skulu hava skipaðar upplatingartíðir, og er hetta fyrsta stig í okra komandi mentanarpolitikki. Okur vilja hava eitt ríkt mentanarlív í bygdini, og verði eg vald inn, fari eg at arbeiða fyri einum greiðum mentanarpolitikki.

Mentan er eisini við at mynda okra ferðavinnu; tað, ið er farið, tað, ið er, og tað, ið kemur, er nakað, ið onnur eisini vilja uppliva her í Vági. Soleiðis myndast identiteturin av bygdini, og tí vil eg arbeiða fyri, at mentanarligar verkætlanir, verða skipaðar av okra góða toymi í Miðlatúni. Økið vesturi á Eiðinum er vakurt og søguligt, og tí skuldi fyrsta verkætlanin verið at endurreist neystini á Eiðinum. 

Men vinna er meir enn ferðavinna, og okur á lista B í Vági, vilja geva vinnuni bestu karmar at virka í, og tí hava okur, sum tey einastu hetta valið, sett á skrá, at vinnusamskipari skal setast. Hetta verður ein funktión, ið allar vinnur í bygdini skulu kenna fyrimunin av.

Tilboð til okra borgarar, ið vilja skapa, tilevna og læra, skal raðfestast hægri. Her hugsi eg serliga um Fablab, ið má fáa betri normering á starvsfólkaøkinum, fyri at virka enn betur. Eisini vil eg nevna Vágs Musikkskúla, ið hevur harðliga brúk fyri egnum høli.

Okur skulu kenna okum trygg her í oynni, og tí hevur listi B sett í valskránna, at okur vilja virka fyri einari felags kommunalari tilbúgving. Eitt týdningarmikið mál, ið er sera viðkomandi í hesum farsóttar-tíðum. Okur vilja hava eina felags tilbúgvingarætlan fyri alla oynna, ið livur upp til krøvini í tilbúgvingarlógini.

Góði veljari, tað er ringt at fevna um øll, men okur á lista B seta borgaran í miðdepilin, og tað eru sjálvandi allir borgarir í Vágs kommunu. Okur skulja øll njóta gott av nær-demokratiinum í okra bygd.

Far tí á val týsdagin og vel ein sterkan lista B í Vágs býrað.

X við Lista B – X við meg!

Gott val øll somul!

Marin Gårdlykke