Trivnaðarkósin skal haldast

2012-10-25 05:45

Vit samskifta betur við vinnuna 


Vinnan skal hava bestu karmar til at virka í høvuðsstaðnum. Hesum máli røkka vit í samráð við vinnuna sjálva, tí býráðið skal hava betri samskifti við vinnulívið. Eitt vinnuráð, har vinnan og býráðslimir hava sæti, skal tryggja eitt liðiligari samstarv millum kommunu og fyritøkur. Í góðum samstarvsanda skulu vinnumál avgreiðast skjótt og væl í Tórshavnar Kommunu.


Bogi Andreasen, varaborgarstjóri, Fólkaflokkurin