Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tríeindin og húsaprísir

2021-03-29 14:31

Tá ið talan er um vitleyst høgu húsaprísirnar í Føroyum, serstakliga í Havn, so verður stóri eftirspurningurin altíð endurtikin fleiri ferðir, sum orsøk til tað. Tað kann væl vera, at eftirspurningurin er stórir, men tað ger ikki inntøkurnar hjá fólki størri. Tað má vera ein onnur stýring av húsaprísunum enn eftirspurningur aleina, tí prísirnir hava tíðiliga sprongt allar mátikurvar og talvur og stríðast ímóti sjálvt tí mest fátæksliga fornufti.

Men hvat kunnu vit vænta, tá bankarnir nú eru vorðnir ein einaráðandi tríeind: húsamekling, lánveitari og trygging. Altso, bankarnir meta um prísin á húsinum og selja tað, veita síðani lánið og at enda tryggja teir hesi alt ov dýru húsini. Tað inniber vinning við sølu, lánirentu og trygging. Sjálvandi vilja teir varðveita verandi støðu, har húsaprísirnir bara vaksa. Teir tjena optimalar pengar á øllum trimum økjunum í húsasøluni: jú dýrari søla, jú hægri lán og størri vinningur við afturgjaldingini, og dýrari trygging vegna uppblásta virðið á húsinum. Hevur Kappingareftirlitið ikki okkurt at siga um slíkan avskeiklaðan fyrimun?

Um ikki, so eigur okkara politiska vald at traðka í karakter; tí bankarnir og tríeinig samtøk eru teir einastu stovnarnir og handilsvirksemi, sum hevur garanteraðar kundar við lóg. Tu kanst einfalt ikki fáa løn, uttan so, at tú hevur eina konto í einum banka. Tað sigur lógin. Um ein stovnur ella virki hevur fingið lógarstaðfestar kundar – sum er so gott sum eitt eindømi fyri bankarnar – so eigur politiska valdið eisini at kunna seta teimum treytir til frama fyri borgararnar. Tú kanst forrestin heldur ikki eiga ein bil, bát ella hús uttan at tryggja tað; aftur í lumman á bankanum/tryggingini.

Hesi samtøk hava alt ov stóra ávirkan á húsaprísir og á politik sum heild. Politikarar mugu finna sítt dirvi til at gera tað, sum er neyðugt til frama fyri borgararnar í hesum landinum. Vit kunnu ikki halda áfram við at lata bankarnar koma við hesum undanførslunum um húsaprísirnar, at tað bert er eftirspurningurin, sum er avgerandi. Gloymið ikki, at grammleikin hevur einki loft og sýnir ongum fyrilit ella samkenslu; og spyr síðan: hvussu kann fólkaræði rigga undir so dominerandi og pengasterkum virkjum, sum tykjast seta síni egnu mørk? Og hvat slag av samfelag ynskja vit; hvat lív ynskja vit fyri okkum og okkara eftirkomarum?

Dávid Isfeld