Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Trickle down

2020-01-25 15:00

Síðani samgongan kom til verðina, er retorikkurin farin at broytast. Millum annað verða orð sum landasvíkjarar, korruptión, fámannaveldi og brotsgerðir nýtt dúgliga, serliga undir viðgerðini av at avtaka fiskuvinnunýskipanina. Tó er tað, sum eg havi bitið mest merki í, at serliga Tjóðveldi hevur tikið ”Trickle-down” í brúk. Fyri mær ljóðar hetta sum eitt tilætlað niðurlag, ið fer at verða brúkt tey komandi árini. Tí haldi eg, at tað er uppá sítt pláss at lýsa tað eitt sindur betur.

Í stuttum snýr hetta seg um skatt. Tann eina síðan sigur, at hægri skattur merkir hægri inntøkur, meðan tey, sum eru fyri fríum marknaði, siga, at skatturin kann vera so høgur, at tað ber til at lækka hann og fáa meira inntøkur grundað á størri búskparligan aktivitet. Tað skuldi verið lagað manni at kjakast um hetta við at framlagt argumentir fyri og ímóti. Men tað er torført at kjakast, tá ið onnur síðan fær lagt orð í munnin.

Hvat er trickle-down? Tað er ein pástandur um, at um tey ríku fáa skattalætta, so hevur tað ein góðan virknað fyri búskapin, sum spjaðir (trickle) seg niðureftir (down) til restina av búskapinum. Ella, sum orðatakið sigur, tá ið tað regnar á prestin, so dryppar tað á deknin.

Trupulleikin er bara tann, at ongin búskaparfrøðingur er komin við slíkum ástøði. Tað finst onki ástøði, sum eitur trickle down, og eingin hevur nakrantíð sett í verk slíkan politikk. Men tað verður dúgliga brúkt av intellektuelt óerligum fólki fyri at føra sína sak ímóti at lækka hart skattatrýst.

Tað, sum eitur trickle-down, verður blandað saman við supply-side-búskapi, sum til dømis Arthur Laffer var talsmaður fyri. Supply-side-ástøði sigur, at lægri skattur (fyri øll) og minni reguleringar av vinnulívinum skapa meira búskaparligt virksemi. Serliga í longdini.

Tá ið skattatrýstið í einum landi er høgt, eru tað altíð nøkur sum meina tað, at tað hevði givið fleiri skattainntøkur til landið, um skatturin bleiv lækkaður. Altso, at skattalækking kann geva hægri inntøku fyri landið.

Hetta ljóðar nokkso sjálvsagt hjá teimum flestu, og tað er eisini tað sum ”Laffer-kurvan” vísir. Í stuttum vísur kurvan, at um skatturin er høgur, so er hugurin at arbeiða sera lítil, og um skatturin er nær null, so fær landið ov lítlar inntøkur. Ìmillum har er eitt teoretiskt optimalt punkt, ið gevur mest inntøkur samanlagt.

Í Føroyum hava vit havt nakrar skattalækkingar seinastu tjúgu árini. Til dømis var landskatturin í 2003 37% fyri inntøkur omanfyri 160.000 kr. Við kommunuskattinum afturat hevur skattatrýstið veri ófantaliga hart fyri næstan øll, sum hava havt eitt vanligt arbeiði. Tað hevur verið ógvuliga lítil hugur til at arbeiða meira enn hægst neyðugt. Tí tað stríðir beint ímóti menniskjanáttúruni, at man sleppur at behalda minni og minni, tess meira man arbeiðir.

Tað resonnerar ikki í skallanum á nøkrum í gomlu samgognuni ella teirra búskaparfrøðingum, at tær allarhægstu inntøkunar ofta slett ikki koma í eksistens, tá ið skattatrýstið er ómenniskjaligt. Tær stóru inntøkurnar krevja sum oftast, at sera nógv tíð verður brúkt uppá arbeiði, ofta vekk heimanífrá.

Í nógv ár hava føroyingar livað undir einum ógvuliga hørðum skattatrýsti. Tað sær man væl við at fara inná heimasíðuna hjá taks.fo og leita fram talvur yvir landskatt; tølini ganga aftur til 2003. Fram til 2011 eru fleiri smærri broytingar gjørdar, kanska tí man hevur innsæð, at lægri skattur kann geva hægri inntøkur.

Toppskatturin, tað vil siga tey sum gjalda hægsta skattaprosent, er broyttur nógv, sum eisini sæst á hesu talvu.

Í 2011 hendur tann veruliga broytingin innan skatt í Føroyum. ”Flatskatturin” verður settur í verk. Hetta var ein kollvelting innan skattahugsan í Føroyum, men læt okkum siga tað beinanvegin, at flatskatturin var er/als eingin flatskattur, bert ein progressivur skattur við færri trinum og lægri skattaprosenti. Hóast tað, var tað ikki uttan mótstøðu, at Tjóðveldi, KvF og búskaparfrøðingarnir átalaðu harðliga hendan skattalættanum, sum “bara fór at at koma teimum ríku til góðar”.

So tá ið seinasta samgonga (2015-2019) kom til í 2015, gjørdi hon broytingar í ”tann progressiva flatskattin” frá 2011, sum hava verið galdandi frá 2016. Broytingarnar vóru ikki radikalar (fleiri stig í progressiva skattin), men minni hugaligt gjørdist at arbeiða, serliga frá 230 tkr til 330 tkr, tá ið marginalskattaprosentið loypur 10% prosent upp.

Í 2003 vóru tað 2% av fólkinum, sum høvdu eina inntøku á 600.000 ella meira; samanlagt stóðu tey fyri 7,7% av skattainntøkunum hjá landinum. Í 2017 vóru hesi tøl nógv broytt, tí nú vóru heili 6% av fólkinum, sum høvdu eina inntøku omanfyri 600.000. Samanlagt stóðu tey fyri 25,8% av skattainntøkunum hjá landinum. Ella fyri at lýsa tað á ein annan hátt: Áðrenn skattareformin vóru tað 1.480 fólk, ið hoyrdu til bólkin 600.000 ella omanfyri. Í 2017 var hetta talið 2.852, also tvífalt so nógv.

Hetta er beint ímóti tí, sum ávarað var ímóti. Tey ”ríku”, tað er: tær stóru inntøkurnar, eru farnar at standa fyri einum nógv størri parti av samlaðu inntøkunum hjá landinum. Umframt at skattainntøkunar eru øktar.

Tá ið Tjóðveldi, KvF og búskaparfrøðingarnir royna at billa okkum inn, at trickle-down er eitt veruligt ástøði og at tað er ”skattlætti til tey ríku”, áttu tey heldur at hugsað seg betur um, og fyri einaferðs skuld hugt at fakta. Men tað er torført at hyggja at fakta, tá ið fakta torpederar alt, sum tey trúgva uppá. Trickle-down er eitt strámannaargument fyri at leggja teimum við eini aðrari meining orð í munnin.

Ein kann bara óttast, tá ið flokkurin, miðilin og ekspertarnir aftur fara at sita við valdið. Við lítlum inntrivum kunnu vit aftur enda í 2003. Tá ið vit síggja politikarar tosa um gjógv millum rík og fátæk, so er vert at hugsa um stuttligu viðmerkingina hjá Margaret Thatcher:

Fyri vinnulívið er søgan júst tann sama. Júst sum arbeiðskraft ikki kann tvingast til at arbeiða ímóti sínum vilja, so fer kapitalur heldur ikki til arbeiðis, uttan so at tað er úrtøkuna vert. Hann fer í skattaskjól. Meðan har, sum skatturin er lagaligur, verður kapitalurin sendur til arbeiðis.

Tak tildømis nýíløguna, línuskipið Klakkur. Prísurin sigst at liggja um 200 milliónir. Eigarnir mugu fyrst gjalda øllum hvør sítt og manningini løn, áðrenn nakað yvirskot kemur á botnlinjuna. Pengarnir streyma ikki niðureftir, men uppeftir. Vinningur er altíð eitt fyribilshugtak, sum ikki er sjálvsagt. Vinnulívsfólk og íverksetarar mugu útseta sítt egna forbrúk nú í vón um at vinna nakað aftur seinni, um tað yvirhøvur verður til vinning. Tí váðin innan vinnulív er stórur, og vit vita av royndum, at fellið er høgt innan nýggjar fyritøkur. Tað er tí eyðsæð, at skattur hevur stóra ávirkan á vinnulív.

Keldur

Landsskattatalvur fyri eldri ár
https://www.taks.fo/fo/borgari/gjold-og-agodar/landsskattatalvur-fyri-eldri-ar/

Hagstovan.fo:
LK03020 Skattainntøkur tess almenna, skift á skattaslag (1998-2018)