Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tosar tú við títt barn um rúsdrekka?

2019-07-01 06:45
Nógv hevur verið frammi í tíðindunum og á sosialu miðlunum um ungdóm, rúsdrekka og hvørji mørk foreldur skulu seta ella ikki. Sunnumorgunin heittið politiið á foreldur um at taka eitt álvarsprát við teirra børn um hetta í samband við at so nógv ung vóru drukkin um vikuskifti. Á síðuni www.livlivid.fo/foreldur kunnu foreldur fáa góð ráð til hetta við støði í nýggjastu gransking innan evnið

Samtalan við tann unga
– At tosa við síni børn um tað at drekka, ávirkanina av rúsdrekka/rúsevnum, og hvat vit sum foreldur góðtaka og ikki, kann tykjast sera møtimikið, sigur Lív Justinussen, sálarfrøðingur á fyribyrgingar-eindini hjá Bláa Krossi Føroya. Hvar byrjar ein samtaluna? Hvat er hóskandi at siga, og hvat er ikki? Hetta kann hava við sær, at fólk halda sær aftur við at taka evnið upp, men tað vilja vit ráða ímóti.

Tað hevur stóran týdning, at foreldrini taka evnið upp og eisini, at tey fyrireika seg til samtaluna. Hendan fyrireiking inniber at seta sær sjálvum nakrar spurningar, lesa gott tilfar, um hvat er best at gera, og at spyrja seg fyri hjá eitt nú SSP, Bláa Krossi ella øðrum við vitan um evnið.

Ein heimasíða við nógvum tilfari
– Vit hava gjørt eina heimasíðu, har foreldur og onnur vaksin lættliga kunnu leita sær ráð til júst hetta prátið. Á síðuni www.livlivid.fo/foreldur kanst tú lesa nýggjastu gransking um evnið. Har finnur tú ráð til fyrstu samtaluna, hvat tú sum foreldur kanst gera, mytir og fakta, og hvat rúsdrekka kann gera við heilan hjá ungum, sum eru í menning.

– Tá tú tekur práti skalt tú hugsa um ymiskt, m.a. hvørji tíni mørk eru, sigur Lív. Hvat sigur gransking, um hvat er best at gera? Hvat kanst tú góðtaka sum foreldur? Á heimasíðuni kanst tú lesa meira um júst hetta undir síðuni "Fyrsta samtalan um rús"(https://www.livlivid.fo/foreldur/ung-og-rusur/).

Afturat hesum er tað gott, at fyririeka seg uppá spurningar tann ungi kann koma við, t.d.
  • "Hevur tú verið full/ur?"
  • “Hví drekkur tú so nógv í ferium?”
  • “Hví drekka tú og onnur vaksin?”
  • “Hvussu følist tað at vera full/ur?”
  • “Nær drakk tú fyrstu ferð?”
  • “Hvussu smakkar rúsdrekka?”

Liv lívið
Liv Lívið er ein verkætlan hjá Bláa Krossi Føroya, ið snýr seg um at eggja ungum til liva og njóta lívið uttan rús.– Vit vilja ígjøgnum hesa verkætlan vísa á, at gaman og hugni eisini er at finna í rúsfríum løtum, sigur Lív. Samstundis arbeiða vit við at fyribyrgja, at ung koma illa fyri ella gerast bundin av rúsdrekka ella rúsevnum. Ein partur av arbeiðinum gongur fyri seg á festivalum og øðrum tiltøkum um summarið, har tann væl kenda Liv Lívið bingjan verður nýtt til at bjóða teimum ungu eina rúsfría veitslu.