Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur míni vóru Bergfríða og Hans Thomsen. Eg havi gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, verið samfelags-málsligur studentur í Hoydølum og havi nomið mær tónlistarliga útbúgving við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn við diplomi í gittarspæli. Eg havi arbeitt sum tónleikalærari í Danmark og Føroyum, og í løtuni arbeiði eg sum teknikkari í Kringvarpinum og sum sjálvsstøðugur tónleikari. Eg livi saman við damuni Anniku og 11 ára gomlu Følv. Vit búgva í miðbýnum í Havn. 19 ára gamli sonur okkara, Hans Andrias, er farin niður til Århus at lesa HF.

Eg fokuseri á miðbýin, mentan, list, útbúgving, bústaðir og vinnulív.

Vónandi hugsar tú um meg í atkvøðuboksini tann 13. novembur. Alt tad besta! :-)

Tórsvøllur, Tórshavnar Sagrada Familia

Teir, sum ráða fyri borgum í Havn – og eg sigi “teir”, tí tað eru bara menn í hesum førinum – standa nú frammi við politiskum slagorðum og royna at selja hugskotið um, at tað skal vera so umráðandi, at tað mesta av íløgupartinum hjá Tórshavnar Kommunu skal fara til eitt, fyri kvinnur so óviðkomandi, bóltsspæl uppi í Gundadali. Borgarstjórin sigur í prýðiligari ljóslýsing uppi í Bøkjarabrekku, omanvert ferðslutyngda og illa skipaða Steinatúnið (tað hevur hann ráð til), at hann og líkar hansara duga so væl at “fremja úrslit”. Við hesum man hann helst sipa til hetta eina úrslitið, sum við einum pennastroki gjørdi skattgjaldarar í Tórshavnar Kommunu 35 milliónir krónur fátækari – og sum í veruleikanum átti at verið ein landsuppgáva. Við hesum heldur undirritaði, at fleiri borgarar í býnum áttu at umhugsað reyða kortið!

 

Og so ljóðar, at hendan íløgan til hesa, í norðuratlantshøvum so stoltu sparkiborg, nú skal “branda” bæði fólk og fæ í hesum landi og býi. Ilt er at vita, hvat hetta inniber, og undirritaði gitir, at talan neyvan man vera um økið, sum vanliga sorterar undir Tórshavnar Sløkkiliði. Men um nú so brennandi verður hildið fast um, at Tórshavnar Kommuna skal hava meiri enn eitt slag av brandmonnum, kunnu vit í tí sambandi upplýsa, at enska orðið “brand” er eitt hugtak, sum handilslívið plagar at brúka um at seta spjaldur á eina vøru, sum skal seljast - og tá hava vit altso bæði ein seljara og ein nokkso væl defineraðan keypara. Altso eitt vørumerki, brand. Og so verður sagt, at Havnin enntá skal fáa hetta fleirfalt aftur. Hetta er opinbart ein íløga, sum fer at geva avkast í kommunukassan. Spennandi verður, um hesar 35 milliónirnar so kanska verða faldaðar við 3? Ella 5? So verða vit rík! Men tó - við handilslogikkinum hjá kollsiglda Uttanríkisráðnum í huga, loyvir undirritaði sær at spyrja:

 

Hvat fáa so borgarar í Tórshavnar Kommunu burturúr hesum....?

 

....Vit stinga av

“Hey, skulu vit fara ein túr til Barcelona?? Ja, kom, íste lekkurt!!” - hevur helst oftani verið at hoyrt sum gleðisróp úr føroysku flatskatta heimunum, nú Atlantic farna summar legði rýmingarleiðina tann vegin. Um tær 2000 føroysku kvinnurnar, sum sigast vera flýddar hiðani, munnu hava sett búgv har, kunnu vit bert gita um. Men yvirskipaða orsøkin man helst vera tann, at býurin yvirhøvur hevur eitt kompetent boð uppá, hvat haldgóð byggilist og list í almenna rúminum munnu vera. Hvør kennir ikki listamannin Antoni Gaudi og stórsligna verkið Sagrada Familia, bygt í stílinum art nouveau, og sum listamaðurin brúkti 40 ár av sínum lívi uppá? Hetta verk bleiv ongantíð liðugt men stendur enn kortini sum eitt hitt mest kenda og vitjaða monumentið í býnum, ja í heiminum. - Og so er tað jú eisini tann nógva og fjøltáttaða listin í almenna rúminum við abstraktum standmyndum og fasadum.

 

Tá ið rómverjar av fyrstan tíð grundløgdu býin, so....

 

Hó! Segði nakar fótbólt?

Gott nokk man tað neyvan vera nakar brandaður sparkivøllur har, sum hevur drigið føroyingar í hópatali handan vegin og kanska fleirfaldað virðið av íløgunum í teir – men tað skerst ikki burtur, at býurin Barcelona hevur eitt av heimsins bestu fótbóltsliðum. Og so kunnu vit líka leggja afturat, at eins og í byggilistini finst estetikkur í teirra bóltkynstri. Spaniólar spæla vakran fótbólt, og tað er fyri teir púra náttúrligt og næstan týdningarmeiri enn sjálvt tað at vinna. Men býurin varð jú bygdur langt áðrenn nakað fanst, sum æt fótbóltur, so tað man ikki undra nakran. Tí estetikkur er ein lívsformur, og menniskjað ein grundleggjandi estetisk vera.

 

Men um vit nú ímynda okkum, at ferðafólk, kanska spaniólar eisini, koma á pílagrímsferð hendanvegin at skoða bygningsverkið Tórsvøll, kundi tað so hóskandi verið eitt hugskot at eyðmerkt (brandað) hesi fólk við gulum endurskinsbondum, sum Ráðið Fyri Ferðslytrygd viðmælir - hetta fyri, at tað ikki skal vera heilt trygt at ferðast sum (fagnaðar)gongufólk millum bilarnar á Vaglinum, okkara sokallaða ráðhúsplássi. Og so kann borgarstjórin hóskandi stytta sær um stundir við at rópa úr borg síni, at øll ferðafólk við gulum bondum skulu ansa sær og renna fyri lívinum. So kunnu bilarnir fáa bestu umstøður, forlangandi mentanarfólk kunnu halda kipp, og vit slongja beinini upp á kontórborðið - og enn einaferð, gleðiliga, seta fótbóltin á breddan til komandi játtanarkarmar.

 

Mentan eftir reyv

Fótbóltur er undirhald, gott nokk eitt effektivt av slagnum, sum helst man sortera undir kategoriina veruleikaflýggjan – og so liggur tað jú beint til høgra beinið at víðariføra hetta veruleikafjara konsept til fíggjarliga partin við adressuleysari branding. Og eftir at landsliðið, okkara djørvu mentanarreiðmenn úti í heimi, fyri hundrað og seytjandu ferð hava verið fyri “heiðurligum tapi” vegna ófantaligt gúpparí og høpisleysar sendingar, er gerandisadagurin aftur kaldur og gráur og býarfasadan sovnað, uppaftur vanrøktari enn áður. So hvat er at gera? Jú, vit bíða bara í spenningi, til týskararnir koma, so liva vit eina løtu aftur.

 

Leivur Thomsen, valevni fyri Tjóðveldi