Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Marin Katrina Frýdal, Tjóðveldi

Tórshavnar kommunan í ferð við at innføra grovan mismun á borgarum

2015-01-27 15:09

Meirilutin í Tórshavnar býráði vil ikki kennast við tey fólkini, sum í áravís hava staðið á bíðilista til ein bústað í kommununi. Enntá, hevur meirilutin í býráðnum samtykt at selja grundøki í fríari sølu til hægstbjóðandi. Hetta hóast, at tað er tinglisið á ognina, at bústaðirnir bert kunnu verða seldir til persónar, ið standa á bíðilistanum hjá Tórshavnar kommunu til grundstykkir og íbúðir.

Hetta verður eftir øllum at døma gjørt, tí tað nú er farið at tátta í onkrastaðni hjá býráðsmeirilutanum, og tí skulu nakrar skjótt syftar milliónir hálast inn til at gjara út við aðrastaðni. Sektin á, um trúgvi borgarin verður standandi nøkur ár afturat á bíðilistanum.

Í kjalarvørrinum av hesi avgerð á seinasta býráðsfundi kom formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, Tróndur Sigurðsson, við eini sjóforkláring um, at tað er reglugerðin fyri bústaðir, sum er skuldin í hesum. Hann segði millum annað, at skipanin við bíðilistanum at fáa grundstykki er heilt burturvið, og tí skal hon broytast. At tað ikki kann vera rætt, at um tú eigur eina ogn í Tórshavnar kommunu, so kanst tú ikki fáa grundstykki frá kommununi.

Eisini helt Tróndur Sigurðsson tað vera burturvið, at fólk noyðast at gjalda milliónaupphæddir til privat fyri at fáa eitt heim í Tórshavnar kommunu, tí tey ikki sleppa at byggja nýtt. At tað í reglugerðini stendur, at um tú longu eigur eina ogn, sleppur tú ikki so frægt sum á ein bíðilista. Tróndur Sigurðsson sigur, at hetta líkist ongum, og at tað tí er neyðugt at fáa eina nýggja skipan sum skjótast fyri at fáa eina rættvísari skipan.

Men her mistekur Tróndur Sigurðsson seg ella fer við ósannindum.

Kommunan brýtur egna reglugerð
Í 2007 var eitt drúgt arbeiði gjørt fyri at fáa bíðilistan rúmligari, og at fáa størri gjøgnumskygni í skipanina. Reglugerðin “Reglur fyri viðgerð av umsókn og útlutan av fastari ogn til egnan privatan bústað” varð samtykt av býráðnum í 2008, og seinast broytt á býráðsfundi í 2009. Aðalmálið við reglugerðini var at útvega borgarum, sum ynskja tað, møguleikan fyri at fáa tak yvir høvdið. Somuleiðis varð latið upp fyri at fáa fólk undir útbúgving uttanlands til Tórshavnar kommunu at búgva, tá tey flyta heimaftur.

Eitt annað høvuðsendamál við reglugerðini var, at tað skal vera lættari hjá borgaranum at síggja á hvørjum plássi, viðkomandi stendur á bíðilistanum. Eisini var endamálið at ganga teimum ymsu ynskjunum frá borgarunum á møti, tí tað er ógvuliga ymiskt, hvørja fasta ogn, borgararnir ynskja at fáa. Tí varð avgjørt at býta skipanina upp í trý sløg av ognum, sum eru grundstykki, sambygd hús og íbúð. Aðalreglan í reglugerðini er, at talan skal vera um útlutan av fastari ogn til egnan privatan bústað.

Kommunan áleggur teimum byggifyritøkum, sum fáa lendi og loyvi frá kommununi, til at fylgja reglugerðini, men nú fer meirilutin í Tórshavnar býráð sjálvur undir at bróta hesa somu reglugerð. Reglugerðin setti krøv til umsitingina, men hetta varð gjørt, tí vit valdu at raðfesta nøgdsemið hjá borgaranum, rættvísi og ikki minst gjøgnumskygni.

Formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini átti at sett seg eitt sindur betri inn í viðurskiftini, og um ikki annað ómakað sær at lesa reglugerðina, áðrenn hann fer út og finst at henni.

Tí sambært reglugerðini ber t.d. til at koma á bíðilistan, um tú eigur íbúð og heldur vilt hava grundstykki ella sambygd hús. Eisini ber til at koma á listan til íbúð, um tú eigur grundstykki ella sambygd hús. Reglugerðin lat eisini upp fyri, at borgarar í Tórshavnar kommunu, sum fara av landinum í útbúgvingar- ella arbeiðsørindum, sleppa á bíðilistan. Somuleiðis kunnu aðrir føroyingar uttanlands, sum ikki áður hava búð í Tórshavnar kommunu, koma á bíðilistan tvey ár frammanundan, tey hava ætlanir um at flyta heim.

Tað harmar meg, at formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini gongur á odda fyri at leggja soleiðis til rættis, at “fólk noyðast at gjalda milliónupphæddir til privat fyri at fáa eitt heim í Tórshavnar kommunu”. Tí, tað er júst hetta, ið er við at henda, nú hann sjálvur – saman við restini av býráðsmeirilutanum – ikki virðir galdandi reglar og ásetingar.

Reglugerðin skal sjálvandi endurskoðast av og á, og allarhelst er tíðin nú komin til, at hetta verður gjørt. Men høvuðsandanum í reglugerðin bagir einki, og er hon tí eins aktuell í dag, sum áður, nevniliga at nøkta tørvin hjá borgarunum fyri at útvega sær tak yvir høvdið. At øll verða viðgjørd eins, og at tað er gjøgnumskygni í, eigur at vera ein sjálvfylgja, og átti eisini at verið góður javnaðarpolitikkur eftir gomlum merki. Tí er bíðilistin eisini almennur, og er atkomuligur hjá øllum.

Fingu kommunala jørð at spæla sær við
Áðrenn reglugerðin varð gjørd, var lítið fantilsi á, hvussu kommunala jørðin varð umsitin. Hetta var, meðan Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ráddu fyri borgum. Tí tá kundu byggifyritøkur fáa kommunala jørð fyri avtalaðan og symbolskan prís at spæla sær við, fyri síðani at selja víðari til hægstbjóðandi.

Javnaðarflokkurin vil nú eftir øllum brøgdum aftur til hesa skipan, tí við samtyktini hjá meirilutanum – Javnaðarflokkinum, Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum – á seinasta býráðsfundi, hevur meirilutin ikki bara brotið skipanina við bíðilistanum og avgjørt at selja kommunala jørð, har tað er tinglýst servituttur á um, at sølan skal verða eftir bíðilistanum, men tey hava eisini vanvirt býráðsins egnu reglugerð, sum í fyrsta petti millum annað sigur:

Somuleiðis eru reglurnar galdandi fyri útlutan av føstum ognum frá teimum, sum hava fingið lendi til vega frá Tórshavnar kommunu við tí treyt, at ognir, ið verða bygdar á lendið, verða útlutaðar sambært hesum reglum.”

Her má skil aftur fáast á mannagongdina viðvíkjandi bíðilistanum og sølu av kommunalari jørð, tí við hesi avgerðini hjá býráðsmeirilutanum verður grovur munur gjørdur á fólki. Slíkum framferðarhátti átti ein kommuna sjálvandi ikki at komið sær at gingið á odda við.

Við býráðskvøðu

Marin Katrina Frýdal, Tjóðveldi