Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Tórshavnar kommuna ger fleiri íløgur

2013-09-27 21:16

Tórshavnar kommuna heldur fast við lækkingina í skattaprosentinum, sum býráðið framdi í 2013. Samstundis setir kommunan ferð á íløgurnar, ið skapa arbeiðspláss og nýtt virksemi. Raksturin verður tálmaður, so fjølbroyttu tænasturnar verða bíligari at reka.

Borgarar í Tórshavnar kommunu rinda eftir ætlan 20,25 prosent í kommunuskatti komandi ár, og barnafrádrátturin verður framvegis 8.000 kr. um árið. Fíggjarætlanin varð løgd fram á býráðsfundi í kvøld.

Søguliga samstarvið í Tórshavanr Býráð millum sambandsflokkin, fólkaflokkin, tjóðveldið og javnararflokkin heldur fram.. Breið politisk undirtøka er fyri at arbeiða víðari við teimum ætlanum, ið eru stungnar út í kortið.

Uppskotið um fíggjarætlan javnvigar við 649 mió. kr. Í 2013 javnvigaði uppskotið við 636 mió. kr.

<b>Heildarætlan fyri skúlaøkið og eldraøkið</b>

Kommunan hevur undanfarin ár bygt tveir stórar skúlar: Skúlan við Løgmannabreyt og skúlan á Argjahamri. Harumframt er Sankta Frans skúli bygdur út, Kollafjarðar skúli er dagførdur og Eysturskúlin nærum liðugt høvuðsumvældur. Men fleiri íløgur skulu gerast í skúlar komandi árini.

Arbeitt verður við eini heildarætlan fyri skúlaøkið, so børnini og lærarar í framtíðini fáa so góðar karmar fyri undirvísingina sum gjørligt.

Á trivnaðarøkinum eru seinnu árini gjørdar útbyggingar av eldraøkinum, seinasta verkætlanin var Boðanesheimið, sum varð tikið í nýtslu í november í fjør og seinastu búfólkini fluttu inn í ár.

<b>Miðbýarætlan</b>

Miðbýurin savnar bæði ung og gomul, og hevur býarparturin stóran týdning fyri borgaran. Tí fer kommunan nú av álvara undir at skapa betri karmar fyri trivnaði og virksemi í miðbýin. Fyrsta stigið verður at gera eina miðbýarætlan. Tórshavnar kommuna hevur sett 9 mió. kr. av til hetta arbeiðið. Arbeitt verður við at skriva út hugskotskapping um miðbýin. Og umframt hetta verða allir borgarar eisini bodnir at senda inn hugskot og viðmerkingar, so miðbýarmenningin er rótfest í fólkinum.

Ætlanin er at gera miðbýin til eitt livandi og spennandi býarrúm – eisini fyri børnini, og 2 mió. kr. eru settar av til spælipláss í miðbýnum.

<b>Infrakervið</b>

Farið verður undir sambandið tvørtur um Sandá, millum Argir og Velbastaðvegin. Brúgvin um Sandá verður eftir ætlan liðug við árslok 2015.

Arbeiðið at dagføra vegakervið og spillvatnskipanina heldur áfram í 2014.

<b>Mentanin fær meira</b>

Kommunan hevur sett 2 mió. kr. av til Reinsaríið, hetta kemur afturat tí sum longu er játtað frammanundan, so hesin gamli bygningur stendur klárur at taka í nýtslu á várið 2014. Tá hava borgararnir eina stásiliga og serstaka lon til rútmiskan tónleik, ið kemur at virka saman við nýggju Perluni.

Arbeiðið at fyrireika nýggjan musikkskúla í Sortudíki, millum Norðurlandahúsið og Sundsvegin, heldur fram. Og til hetta endamálið eru settar av 3 mió. kr. Byggingin byrjar í 2014.

<b>Fleiri íløgur í framtíðina</b>

Hóast fíggjarkreppan ikki hevur skeiklað inntøkugrundarlagið hjá Tórshavnar kommunu, sýnir kommunan fíggjarligt varsemi. Hvør króna skal brúkast rætt, so borgarin fær so góðar og álítandi tænastur sum gjørligt.

Kommunan tálmar rakstrinum, soleiðis at rúm er fyri øktum íløgum í trivnað og vælferð. Settar eru 5 mió. kr. av til dagstovnin í Kollafirði, 9 mió eru settar av til dupultítróttarhøll við landavegin, 1. mió. kr. er sett av til ítróttarhøll á Argjum og 9 mió. kr. eru settar av til miðbýarætlan. Arbeiðið við Tórsvølli heldur fram og peningur er settur av til nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík.

Á vinnuøkinum hevur Tórshavnar kommuna stórar ætlanir við m.a. útbyggingini av Tórshavnar Havn og innrætting av vinnuhúsinum Vestara Vág.

Peningur er eisini settur av til útstykkingar bæði í Havn og í Kollafirði.

Íløgurnar verða góðar 131 mió. kr. Hetta er ein øking á knappar 12 mió. kr. fyri komandi fíggjarár. Raksturin er settur at verða 480 mió. kr., og hetta er ein lækking samanborið við undanfarna ár.

<b>Ferð nú til viðgerðar</b>

Uppskotið til fíggjarætlan fer nú til viðgerðar í politisku nevndunum, og tíðarætlanin ásetur, at ætlanin skal verða endaliga samtykt í býráðnum 1. desember 2013.