Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Tórshavnar kommuna á Ovastevnu

Jákup av Skarði 

Gott kvøld borgarstjórin. 

Ikki vardi tað meg, at henda reaktiónin fór at koma frá tær. Eg helt meg vera øgiliga varnan og legði eisini dent á: "Nógvir fyrimunir hava verið av samanleggingini - og okkurt er eisini fyriskipað, ið Nólsoy sum einsamøll kommuna ikki hevði kunnað staðið fyri. Her hugsi eg serliga um kloakk-viðurskiftini, nýggju atløguna, fótbóltsvøllin og bátaplássini." 

Men tað er fyri mær sjálvsagt, at tær fáu løtur politikkarar leggja sær leiðina til Nólsoyar, fer orðaskiftið at snúgva seg um politikk, annaðhvørt frá politikkarunum sjálvum ella frá teim bygdarfólkum, teir møta.

Tí loyvi eg mær eisini at vísa á, at: "...tíanverri eru nógv gylt lyfti enn, har komið ikki er á mál: Vetrarfriðingin, bátadráttur, tyrlupallur, útstykking, eldrasambýlið og at broyta ætlanina at byggja svimjihyl, til heldur at verða ein stór fimleikahøll, ið kundi havt atknýttan møguleika til málningaframsýning (t.d. av Steffan Danielsen)."

Eg ynski tær og okkum øllum eina góða ovastevnu, har lívligt prát verður um Ova og bragd hansara - og at annað prát eisini er kærkomið, um tað so er um politisku frambrotini higartil ella um tey gyltu lyfti, ið enn ikki eru gjøgnumførd.

Við bestu ynskjum um góða ovastevnu.