Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tórshavnar býráð – Fólkaræði ella embætismannaveldi?

“Havnarlagið inni á Sundi var ein søga fyri seg. Ætlanin var, at ein føroysk-íslendsk ídnaðarfyritøka skuldi byggja eitt rættiliga framkomið fiskavirki á bryggjuni. Men tá ið bryggjan stóð liðug, tók fyritøkan seg burtur úr verkætlanini. Tá hevði kommunan ognartikið meginpartin av bønum, sum hoyrdi til festið inni á Sundi, og handfaringin í samband við ognartøkuna fór somikið illa við heilsuni hjá festaranum, at hann doyði av tí. So umframt ein deyðan bónda stóðu havnarfólk eftir við eini rokning upp á 50 milliónir krónur.”

Soleiðis lýsir Jóanes Nielsen, í skaldsøgu síni Brahmadellarnir, byrjunarstigini til oyðingina av Sundsbygd, sum Tórshavnar býráð framdi í áttatiárunum. Nú, tríati ár seinni hevur býráðssamgongan við Anniku Olsen á odda tikið stig til at henda oyðing skal fulførast heilt, og eins og fyri tríati arum síðani er grundgevingin at karmar mugu skapast fyri vinnulívinum.

Havnarlagið á Sundi lá oyði í yvir 20 ár, tí einki havídnaðarligt virksemi fanst at vera har. Hetta førdi til at Býráðið broytti byggisamtyktina fyri Sund, so nú húsast har eitt asfaltsverk, sum ikki kundi vera í Suðurjútlandi tí tað dálkaði ov illa, og ein sandgoymsla hjá einari byggifyritøku. Jú, sigast má, at Tórhavnar kommuna kann skúma róman av hasi 50 milliónaíløguni.

Býráðið hevur onga ítøkiliga ætlan til hvat nýggja havnarøkið á Sundi skal brúkast til. Gaman í, tey føra fram at tey hava fingið eina umsókn frá eini alifyritøku, sum vil sleppa at ala á landi. Hvør henda alifyritøkan er, veit eingin. Umsóknin er undirskrivað við navni, men eingin fíggjarætlan fylgir við skjalinum, og har stendur ei heldur hvar umsøkjarin ætlar at fáa kapitalin til at byrja hetta virksemi. Ført verður eisini fram í umsóknini, at Sund er eitt upplagt økið til aling á landi, tí tað liggur so tætt við streymasjógv, og tí er lætt at sleppa av við spillvatn. Um tú skalt føra spillvatn út á streymasjógv av Sundi, so má tú føra tað heilt út á Nólsoyarfjørð! Ætlanin hjá Tórshavnar býráði at oyða Sund, hongur tískil upp á eina umsókn, sum einki hald hevur í veruleikanum, og helst er hetta kallað ein umsókn, sum Býráðið hevur bílagt, so tey kunnu nýta hana sum skotbjálva.

Tó, vert er at spyrja hvør ynskir hesa oyðing. Kaldbaksfólk ynskja hana ikki, og vilja av øllum alvi varðveita tað lítla økið av óspiltari fjøru sum finst um Kaldbaksfjørð. Í tí samskifti, sum hevur verið millum kaldbaksfólk og Býráðið er týðuligt at býráðspolitikkarar ei heldur ynskja hesu oyðing. Gamli býráðsmeirilutin hevur tikið í egnan barm og er kropin til krossin. Nýggi býráðsmeirilutin letur ikki orð frætta frá sær. Tað kann sum so ikki loypa hvøkk á nakran, tí vit hava júst havt eitt býráðsval, og har hevði einki býráðsvalevni náttúruoyðing sum hjartamál.

Um nakað valevni hjá Tjóðveldi ella Fólkaflokkinum hevði borið hetta á munn, so høvdu hesir báðir flokkar ikki fingið bróðurpartin av atkvøðunum í Kaldbak. Viðmerkjast kann, at hesir báðir flokkar javnan kappast um at vera størstir millum kaldbaksfólk til løgtingsval. Hvussu verður í framtíðini er ilt at gita um, men sigast kann at tað hevur verið ein hópútmeldan úr Tjóðveldisflokkinum av kaldbaksfólki, sum hava verið trúfastir veljarar í fleiri ár. Letur hesin flokkur við seg koma? Nei, teir tala ikki orð! Hetta kann helst vera tí stk. 2 í stevnumið Tjóðveldisfloksins frá 1948 er orða soleiðis:

Politiska lív landsins verður grundað á satt fólkaræði. Valdið er fólksins, og teir, sum røkja størv í umboði fólksins, skulu í øllum lutum standa fólkinum til svars fyri gerðir sínar í hesum størvum. Tað verður at menna fólkið og vekja ans tess og áhuga fyri landsviðurskiftum og landsmálum.”

Týðuligt er, at hendan ætlan ikki er orsakað einum politiskum vilja á Vaglinum. Hetta er ein umsitingarlig ætlan, sum ongin á Vaglinum torir at verja – Uttan Annika Olsen, sum ikki var partur av gomlu býráðssamgonguni, og við krunkasvørtum skuggaspæli megnaði at taka valdið í landsins størstu kommunu við einans 332 atkvøðum. Til samanlíkningar kann nevnast, at í Kaldbak búgva 239 fólk.

Niðurstøðan fyri kaldbaksfólk má tí vera, at í Tórshavnar kommunu finst einki fólkaræði men eitt inngrógvi embætismannaveldi, sum politikararnir eru ov veikir at stilla seg upp ímóti.

Áki Vang