Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Tórshavnar býráð: lorkað milliónavirðir burtur.

2020-06-30 13:25

Nú endaði restina av grótinum úr Sandoyartunnilinum Suðurstreymoyarmegin í Runavíkar havn og nógv okkara í Tórshavnar kommunu standa spyrjandi við høkuni í fanginum!

Runavíkar kommuna breggjar sær av røttum í tíðindastubba 26.juni við, at teir í samstarvi við Tunnilsfelagið ynsktu at brúka milliónagrótið til okkurt skilagott, ístaðin fyri at tyrva tað! – Nú er semja funnin, um at brúka grótið til at víðka um havnarlagið.

Sostatt tryggjar Runavíkar kommuna sær inntøkur í ævir bæði í beinleiðis inntøkum og í avleiddum virksemi, umframt at styrkja kappingarføri við at kommunan nú kann bjóða størri og fleiri tænastur. -Hvussu ólukkan kundi meirilutin á Vaglinum lorka hendan stóra inntøkumøguleikan burtur?


Tórshavnar kommuna fekk bjóðað grótið fyrst, og tað trótaði ikki við hugskotum og møguleikum at gagnnýta hesar 500.000m2 av dýrabarum tilfeingi.

Tað vóru realitetssamráðingar við Tunnilsfelagið um, at grótið skuldi brúkast til eitt 35.000 m2 stórt vinnuøkið, sum skuldi liggja í framhaldi av Gomlurætt norðeftir.


Ein sera skilagóð, skynsamt fíggjarliga og umhvørvisbetri loysn bæði tá hugsað verður um, hvussu stórur tørvurin á vinnuøkjum í Tórshavnar kommunu, um framtíðar inntøkur og vinnuligar vakstrarmøguleikar innan maritima økið. Eisini hevði grótið tá verið flutt stytstu leið, sum hevði spart umhvørvinum munandi um útlát, slit og oljunýtslu og spart føroya fólkið meirútreiðslurnar av at flyta grótið.

Býráðið hevur longu brúkt nakrar milliónir uppá at fyrireika at byggja bátahyl í Álakeri, sum skal hava ein brimgarð. Sjálvandi skuldi kommunan gagnnýtt grótið til tað eisini. Á Toftum varð brimgarðurin longdur við grótið úr tunnilsgrótið av Strondum. Hví duga tey ikki at fáa betur burturúr krónunum og muga, tá og um tey einaferð koma til at gera bátahylin, sum Bogi hevur reypað so ofta um, út at keypa sær grót.


Eg sat sum andstøðulimur í Tórshavnar býráð, tá samráðingarnar fóru fram og luttók í viðgerðini. Útlitini fyri einum maritimum vinnustykkið út á streymasjótv sóu sera góð út, tí bæði borgarar á Velbastað, umsiting og býráðspolitikarar tóku undir við ætlanini.
- Tó so var ein lítil ósemja um 1,5-2 milliónir sum skilti partarnar. Hettar er ein sera lítil upphædd í einari risa milliónaverkætlan, men onkursvegna var hettar var nóg mikið til, at meirilutin við Anniku Olsen og Boga Andreasen hálsaði um á stokkinum, og uttan forkláring bleiv tað tann ringast hugsaða ímyndin til veruleiki. Tí í staðin hava skitnir tungtlessaðir lastbilar osa dag og nátt niðan á Velbastað fyri at tyrva 1/3 av grótinum í hagan, til stóran ampa fyri ferðsluna har. Júst hví tann loysnin varð gjørd, havi eg áður sett spurnaðartekin við og skrivað um her: http://bjorgdam.blogspot.com/2019/08/tunnilsgroti-skilaleys-avger-sum.html


Nógv høvdu eina lítla vón um, at samgongan á Vaglinum fór at rakna upp, koma til fornuft og finna eina semju um restina av grótinum. Men so varð ikki. Í seinastu viku komu so tíðindini um, at Runavíkar kommuna fer avstað við 300.000m2 av grótinum og nú vendist ikki aftur.


Hettar eigur at koma í søguna, sum ein av størstu politisku fadesunum nakrantíð við tí størsta missinum fyri borgaran og vinnuna í Tórshavnar kommunu. Eina vinnu sum fá um nakað nýtt vinnuøkið hevur fingið seinastu árini.

Samskip valdi at flyta sítt virksemi og eg veit um fleiri vinnufyritøkur, ið noyðast at fara til aðrar kommunur, tí her fæst einki vinnuøkið og vánalig útlit fyri vakstrarmøguleikum.


Tað er ein stórur trupulleiki, at býráðið ikki finnur semjur, ger langtíðarloysnir ella tekur skilagóðar avgerðir, tí tað ger, at vit byrja at seta spurnaðartekin við hvørji motiv liggja aftanfyri slíkar avgerðir, ið hvørki kunnu forklárast fíggjarliga ella umhvørvisliga.

At enda vil eg ynskja Runavíkar kommunu, sum gjørdi tað einasta rætta, góða eydnu og til lukku við semjuni og grótinum. Men eg harmist og fleiri við mær illa yvir at okkara skjótt farandi býráð varð ov stuttskygt og eiðasørt til at brúka henda møguleika, ið bert kemur einaferð, og sum nú er burtur.


Bjørg Dam

Leinkjur til greinar og sendingar um tunnilsgrótið:

http://bjorgdam.blogspot.com/2019/08/skandala-at-tunnilsgroti-endar-i-haganum.html
http://bjorgdam.blogspot.com/2019/08/tunnilsgroti-skilaleys-avger-sum.html
https://kvf.fo/greinar/2018/03/22/radarin-tunnilsgrot-og-pensjonsnyskipan
http://kvf.fo/greinar/2019/08/12/grot-ur-undirsjovartunli-verdur-til-bo
https://www.in.fo/news-detail/news/hetta-er-als-ikki-at-lata-grotid-fara-fyri-skeyti/
https://kvf.fo/netvarp/sv/2018/12/20/20181220grotidaglyvursnestilflogvoll
https://kvf.fo/greinar/2019/05/22/einki-vinnuoki-gomlu-raett-kortini